Tíðindi
29.03.2016
Tá ið læraralesandi velja sær linjulærugreinir, hyggja tey eftir, hvussu nógvar tímar hesar lærugreinir hava í fólkaskúlanum. Tað er ikki so løgið. Men avleiðingin av hesum er, at tær smáu linjulærugreinirnar, sum Námsvísindadeildin sambært kunngerð hevur skyldu at bjóða út, eru við sviðusoð, tí so fá velja tær. Ofta ganga fleiri ár ímillum, at flokkar verða skipaðir við ávísum lærugreinum, tí so fá velja tær. Nú er ætlanin at gera eina skipan, ið tryggjar tær smáu lærugreinirnar betur.
- Skipanin at velja linjulærugreinir verður broytt soleiðis, at tey, sum fara undir lestur í august, tíðliga í útbúgvingartíðini skulu velja linjulærugreinir fyri restina av útbúgvingini. Á henda hátt fáa vit fleiri møguleikar at skipa flokkar tvørtur um árgangir. Velja til dømis bara tvey lesandi samfelagsfrøði eitt árið, eingin árið eftir, men kanska 5 annað árið eftir, so kunnu vit skipa eina linjugrein við hesum lesandi, hóast tey ikki lesa á sama árgangi. Broytingarnar, sum nú verða gjørdar, fara at geva okkum fleiri møguleikar, serliga við teimum smáu lærugreinunum. Soleiðis, sum skipanin er snikkað, ber hetta til longu nú, men trupulleikin er, at lesandi velja fyri bara eitt ár í senn. Tá er verri at leggja til rættis, sigur Janus Jensen, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina, námslektari í námsfrøði og almennum didatikki.
Náttúruvísindaligu lærugreinirnar eru heldur ikki líka áhugaverdar, tá læraralesandi velja linjulærugrein; á Námsvísindadeildini verður tó roynt at eggja teimum lesandi til at velja linjulærugreinir, sum tørvur er á í fólkaskúlanum, til dømis alis- og evnafrøði og náttúru og tøkni.
- Vit vísa altíð á, hvørjar linjulærugreinir tørvur er á í fólkaskúlanum og eggja teimum lesandi at velja tær; fyri fyrstu ferð í fleiri ár hava vit ein flokk við lesandi, ið hava valt alis- og evnafrøði, og í fjør og í ár hava vit ein flokk, sum hevur valt náttúru og tøkni, sigur Janus Jensen.
Støddfrøði og føroyskt eru í serstøðu, tí tað eru ógvuliga nógv, sum velja hesar sum linjulærugreinir, lutvíst enskt eisini.
- Tað eru nógvir tímar í hesum linjulærugreinir, og tí velja tey lesandi tær. At skipa útbúgvingina øðrvísi við at velja linjulærugreinir beinanvegin, tú byrjar á útbúgvingini, fer at hava við sær, at sum frá líður fara ikki at tróta lærarar við teimum smærru linjulærugreinunum.
Eftir núverandi skipan hava tey lesandi tvær linjulærugreinir; við broytingini verða linjulærugreinirnar tríggjar. Føroyst og støddfrøði verða grundlærugreinir hjá øllum læraralesandi fyrsta árið.
- Allir lærarar skulu kunna undirvísa í føroyskum og støddfrøði upp til 6. flokk; umframt fara teir at hava tríggjar linjulærugreinir; har kunnu føroyskt og støddfrøði so verða linjulærugreinir. Um vit eru á veg aftur til eindarlæraran, ið kann undirvísa í so at siga øllum, veit eg ikki, men hesar broytingarnar eru neyðugar. Vit minnast kjakið um føroyskt á læraraútbúgvingini; henda broytingin fer at styrkja føroyskt á læraraútbúgvingini. Kanningar vísa eisini, at næmingar klára seg ikki nóg væl í føroyskum og støddfrøði. At allir lærarar fara at hava føroyskt og støddfrøði sum grundlærugreinir fer at bøta um hetta.
Læraralesandi hava skrivað bachelor-uppgávuna triðja árið og yrkisrættaða uppgávu fjórða árið; hetta verður nú broytt til fjórða árið.
- Lesandi kunnu sum er gevast, tá tey hava staðið bachelor-uppgávuna triðja lestrarárið og síðan fara at lesa víðari aðrastaðni, men tey kunnu ikki undirvísa uttan at taka fjórða árið. Av tí at tey eru ógvuliga fá, sum gevast eftir triðja árið, hava vit valt at gera ta broytingina, at bachelor-uppgávan sum høvuðsregla verður skrivað fjórða árið.
Starvslæran verður munandi broytt bæði í tilrættislegging og longd, umframt at pedagogisku fakini verða styrkt og samskipað betur. Aðrar broytingar verða ikki gjørdar fyribils. Læraraútbúgvingin varð broytt til bachelor-útbúgving í 2008; tey fyrstu vórðu liðug í 2012, og tá var farið undir at eftirmeta útbúgvingina; summi teirra, ið vóru liðug í 2012, umframt onnur lesandi og aðrir viðkomandi partar, hava verið hoyrd í sambandi við broytingarnar og tillagingarnar, sum nú verða gjørdar.
Mynd: Rannvá Egholm