Tíðindi
28.08.2024
Sama um tú nýliga ert komin til Føroya sum tilflytari, ella um tú ert vaksin upp í Føroyum sum tilflytari, so hevur tú rætt til nøktandi undirvísing í føroyskum á jøvnum føti við øll onnur. Fólkaskúlalógin ger ikki mun á næmingum og uppruna, og bæði kunngerðin, sum viðvíkur undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og námsætlanin í føroyskum sum annaðmál leggja upp fyri hesum. Í februar í ár fingu 20 lærarar prógv sum undirvísarar í føroyskum sum annaðmál; 11 teirra arbeiða í fólkaskúlanum og 9 í miðnámsskúlanum.
- Sama uppruna, umstøður og annað, so eiga øll børn í Føroyum at fáa somu møguleikar og sama tilboð. Eitt skúlalív er 9-10 ár. Einki barn kann bíða eftir at fáa eitt gott tilboð, og tí eiga vit áhaldandi at útbúgva lærarar í føroyskum sum annaðmál, sigur Sissal M. Rasmussen.
Uppgávan og ábyrgdin at læra næmingar føroyskt liggur ikki bara hjá lærarunum í føroyskum sum annaðmál; tað er uppgávan hjá øllum lærarum í øllum lærugreinum. Ikki minst av teirri orsøk hevur tað týdning, at allir undirvísarar fáa ástøðiliga vitan um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, heldur Sissal M. Rasmussen.
- Tað er so sera umráðandi, at allir lærarar vita, at sama hvør lærugreinin er, so undirvísa teir eisini í máli, nevniliga í fakmáli, ið er neyðugt hjá annaðmálsnæmingunum at læra, um teir skulu megna at fylgja undirvísingini.
Námsætlanin sigur í endamálsorðingini fyri undirvísingina í føroyskt sum annaðmál, at næmingarnir við støði í egnum málsligum førningi skulu ogna sær grundleggjandi førleikar at samskifta á føroyskum. Tað er at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt. Samstundis sigur kunngerðin um føroyskt sum annaðmál, at næmingar kunnu fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál í trý ár. At markið er sett til trý ár er í andsøgn við gransking, sum sigur, at tað tekur fleirmæltum tilflytarabørnum tvey-trý ár at megna tað, sum er neyðugt fyri at kunna samskifta á gerandismáli, og fimm-sjey ár at megna skúlamálið, ið ger tað møguligt at skilja og kjakast í flokshølinum.
- Øll orðini, sum koma fyri í skúlabókum, uppgávum og undirvísingarstøðum, taka tíð at læra. Hesi orðini, sum eru skúlamál ella akademiskt mál, eru øðrvísi enn orð, sum koma fyri í gerandispráti; tey koma ymiskt fyri, og tey taka longri tíð at læra. Men tey eru fortreytin fyri at kunna fylgja við í undirvísingini, at skilja læraran, tá ið hann tosar í fakligum samanhangi og vera við í kjaki í flokshølinum.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2024.