Tíðindi

Morgunsangur á berajól

- Eg skilji á lagnum, at hetta er fyrstu ferð, at vit royna uttandura morgunsang, og av tí at vit ikki hava roynt hetta fyrr, so vita vit, at vit duga tað, legði Theodor Eli Dam Olsen, prestur fyri fríggjamorgunin 27. mai uttan fyri Skúlan á Løgmannabreyt

30.05.2016

Nú ið útivika var á skrá í síðstu viku, og sólin skein bæði oman og niðan, høvdu tey í Skúlanum við Løgmannabreyt flutt  morgunsangin fríggjadagin 27. mai út í skúlagarðin. Tey vita ikki, at skúlar hava skipað fyri slíkum tiltaki fyrr.

Høgni Joensen, skúlastjóri, hevði fingið Theodor prest at siga nøkur uppbyggjandi orð, og tey sungu tveir sangir: Nú skínur sólin bjarta og Gakk tú tryggur. Tey høvdu upplestur, og til seinast bóðu tey Faðir vár.

Theodor prestur helt tað vera hóskandi at hoyra eina yrking ella ein sang, sum Martin Joensen hevur skrivað, og tað vórðu næmingarnir Fríðunn og Marianna, ið lósu yrkingina "Morgun" hjá skaldinum. Tær lósu bæði vakurt og væl. Theodori presti var fortalt, at Martin Joensen skrivaði, tá ið sonur hansara varð føddur í 1983. Skaldið fekk íblásturin á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, tá ið sonurin var komin í verðina: Ein nýggjur morgun var byrjaður.

Prestur segði millum annað, at hvør morgun er ein nýggj byrjan, og tað var tað eisini hjá teimum í Skúlanum á Løgmannabreyt. Tey vóru savnað til morgunsang.

- Sum onkur segði, at nú byrjar restin av okkara lívi, tí nú hava vit eina nýggja byrjan og hava møguleikan at gera tað besta, vit kunnu.

Vit hava fingið eina uppgávu. Vit hava ikki bara fingið eina gávu, sum er at hava møguleikan at ganga í skúla:

"Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín ...", endurgav Theodor Martin Joensen.

Hann helt, at tað kundi kanska ljóðað eitt sindur løgið, at vit skulu hava fingið eina ábyrgd sum gávu.

- Men soleiðis er tað, tá ið vit hava fingið nøkur evnir at brúka, og tit hava eisini fingið ta uppgávuna at brúka tey evnini so væl, sum tit kunna.

Prestur segði líknilsið um talentirnar úr Nýggja Testamenti.

Tað, sum henda søgan skal siga okkum, er, at tá tit hava fingið okkara evnir at brúka, skulu vit brúka tey evnir, vit hava fingið. Tað er okkara ábyrgd og okkara uppgáva.

- Er tað kanska onkur, ið heldur, at tað er trupult at læra, at fara upp um morgnarnar, og kanska onkur orka ikki so væl at fara upp í skúla, so krevur tað eisini eitt sindur av vilja:

"Viljin er sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál. Vónin er bjartasti brandur, lýsir tær veg fram á mál".

Annars vóru næmingar og lærarar í Skúlanum á Løgmannabreyt, at hesin morgun, fríggjadagin 27. mai 2017, var íblásturin til at royna útimorgunsang aftur – summar og vetur – bara veðrið er gott.


Myndin:
Útivika var á skrá í síðstu viku, og í góðveðrinum høvdu tey í Skúlanum við Løgmannabreyt flutt  morgunsangin fríggjadagin 27. mai út í skúlagarðin. Theodor prestur helt tað vera hóskandi at hoyra yrkingina, Morgun, hjá Martin Joensen

Tekstur: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni