Tíðindi
11.12.2017
Sambært arbeiðstíðaravtaluni hevur Mentamálaráðið skyldu til at geva skúlunum tíð til røkt og undirvísing, í mun til næminga- og læraratal og í mun til talið av telduútbúnaði, so sum teldur, teldlar og samvirknar talvur. Sambært Mentamálaráðnum svarar hetta til gott og væl 13 ársverk í fólkaskúlanum á hvørjum ári, harav nærum 10 fara til røkt av teldu; landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, sigur í seinasta Skúlablaði, at pengarnir verða ikki brúktir skynsamt, og at Mentamálaráðið ikki vil rinda fyri røkt. Føroya Lærarafelag og felagið hjá kt-vørðum hava fleiri ferðir heitt á myndugleikarnar um at viðgera spurningin, hvussu arbeiðið hjá kt-vørðum skal skipast, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, sigur formaður Føroya Lærarafelags.
- So leingi eingin avtala er millum Mentamálaráðið og kommunurnar um, hvør skal rinda, so eigur Mentamálaráðið at rinda fyri kt-partin í fólkaskúlanum. Í arbeiðstíðaravtaluni er ásett, at telduvørðurin skal brúka 80 prosent av tíðini til røkt og restina til námsfrøði. At skilja tøkni og námsfrøði sundur ber ikki til, heldur ikki í einum brøki, tí markið millum, nær tað er tøkni, tú fæst við, og nær tað er námsfrøði er ógvuliga flótandi; hesir partarnir fara inn í hvør annan, sigur Herálvur Jacobsen.
At Mentamálaráðið sær tað sum ein trupulleika at rinda 13 ársverk til teldupartin í fólkaskúlanum, dugir formaður Føroya Lærarafelags illa at skilja.
- Mentamálaráðið hevur ongantíð viljað átt teldupartin í skúlanum, t.d. hava kt-vørðir og lærarar annars bíðað 15 ár eftir útbúgving og eftirútbúgving; hyggja vit hinvegin at øðrum londum, so ganga tey á odda at skapa framburð fyri skúlarnar á telduøkinum. Í Føroyum er øvut; Mentamálaráðið átti heldur at fegnast um, hvussu stóran mun teldurnar gera í skúlaverkinum, og hvussu stóran framburð tær hava verið við til at skapt. Allur framburðurin er takkaður teimum nú 13 ársverkunum. Ein av stóru fyrimununum í okkara skúlaverki er júst, at kt-vørðirnir eru lærarar og tí allatíðina hugsa tøknina í undirvísingarhøpi.
Vil Mentamálaráðið hava kommunurnar at rinda fyri teldurnar, má ein avtala verða gjørd við kommunurnar. Herálvur Jacobsen ivast í, um kommunurnar glaðbeintar vilja yvirtaka hesar útreiðslurnar.
- Henda tvístøðan um, hvør eigur at gjalda, skapar ófrið; stundin er komin til at avgreiða spurningin, soleiðis at kt-vørðirnir fáa nøktandi arbeiðsumstøður og eftirútbúgving. Seinasta stigið hjá Mentamálaráðnum er at avmarka útreiðslurnar til kt-økið soleiðis, at tey í mesta vilja rinda fyri telduútbúnað svarandi til næminga- og læraratalið í einstaka skúlanum; hetta hámarkið forðar fyri menning, tí næmingar og lærarar mugu hava atgongd til teldur alla tíðina alla staðni í skúlanum.
Landsstýriskvinnan sigur í samrøðu við Skúlablaðið, at tá ið spurningurin um teldupartin er útgreinaður og avgreiddur, ber eisini til at fíggja og arbeiða miðvíst við útbúgvingum til kt-vørðir. Les samrøðu við Rigmor Dam í Skúlablaðnum, sum júst er komið, og somuleiðis sjónarmið frá formanninum í kt-varðafelagnum, Jákupi av Skarði.