Tíðindi
09.12.2016
Størsta framstigið í PISA-kanningini hesa ferð fyri teir føroysku næmingarnar, var í lesing. Vilja vit taka eitt enn størri stig til næstu kanning, er alt sum bendir á, at vit eiga at hyggja til Noregs, tí tey 15 ára gomlu í Noregi gerast alsamt betri og betri í lesing og liggja í nýggjastu kanning oman fyri OECD-miðaltalið. Har eru fleiri næmingar á hægri pisastigi enn undanfarnu ár, fleiri næmingar eru farnir frá at vera miðalgóðir lesarar til at teljast millum bestu lesararnar. Talið á teimum, sum klára seg illa, stendur tó eisini í stað. Genturnar klára seg betur enn dreingirnir, men tað eru eisini fleiri dreingir í besta bólkinum hesa ferð samanborið við undanfarnu kanningar. Í veikasta bólkinum eru nógv fleiri dreingir enn gentur.
Avrikini hjá teimum norsku næmingunum í lesing ger, at teir liggja á einum sjeynda plássi saman við 35 øðrum OECD-londum. Úrslitini hesa ferð í lesing eru tey bestu, sum norðmenn hava megnað, tíðina teir hava tikið lut í PISA.
- Góðu úrslitini eru atvoldin av kunnleikalyftinum umframt, at vit hava havt miðvís átøk í lesing í skúlanum í nógv ár. Norskir lærarar og skúlaleiðarar hava uppiborið eitt herðaklapp. Teir gera eitt gott arbeiði, og vit mugu halda fram við góða arbeiðinum, sigur Torbjørn Røe Isaksen, kunnleikamálaráðharri í Noregi.
Kunnleikalyftið, sum var sett í gildi í 2006, er ein nýskipan av norska skúlanum, sum eitt nú hevði við sær, at lesing og skriving verða raðfest frá fyrsta flokki.
- Tað er eingin ivi um, at tað verður gjørt eitt stórt arbeiði í lesing í skúlastovunum í Noregi; kunnleikalyftið hevur gjørt, at ljós verður varpað á lesing sum grundleggjandi førleiki, og átøk eru eisini gjørd víðari í allari skúlaskipanini, sigur Åse Kari H. Wagner, professari á Lesisentrinum í Stavanger. Hon er samd við kunnleikamálaráðharranum í, at kunnleikalyftið hevur verið viðvirkandi orsøk til, at lesiførleikarnir hjá teimum norsku 15 ára gomlu alla tíðina gerast betri.
Hóast tey fegnast í Noregi um úrslitini í PISA hesa ferð, eru tey ikki treytaleyst góð. Tað eru framhaldandi stórir kynsmunir; nærum ein fimtingur av dreingjunum fara úr skúlanum við sera vánaligum lesiførleikum, og hóast fleiri næmingar teljast millum sterku lesararnar, er talið á teimum, ið eru sera illa fyri í lesing, støðugt.
- Tað er nógv eftir at gera, fyrr enn vit kunnu siga, at vit eru heilt nøgd. Tey farnu seinastu árini hava víst, hvussu umráðandi tað er at byrja tíðliga við átøkum. Gransking vísir, at tað er munadyggari at seta tiltøk í verk so tíðliga sum til ber heldur enn at bíða, til næmingarnir gerast eldri. Okkum tørvar framvegis meiri vitan um tørvin hjá ymsu næmingunum fyri at kunna tillaga læringina eftir teimum, sigur Åse Kari H. Wagner.
Lesisentrið í Noregi var sett á stovn í 2004 sum ein avleiðing av, at tey í Noregi fingu ein hvøkk av vánaliga PISA-úrslitinum; tá vístu úrslitini, at norskir næmingar høvdu vánaligar førleikar í eitt nú lesing. Síðan hevur Lesisentrið gingið á odda fyri at bøta um førleikarnar í lesing og máli sum heild hjá børnum og ungum; hópin av tilfari er framleitt til skúlar og dagstovnar umframt miðnám. Eisini er nógv ymiskt kanningartilfar framleitt.
Kelda: lesesenteret.uis.no