Tíðindi

Misnøgdin við Skúlanet størst í skúlum, sum eru væl fyri við telduútbúnaði

- Stóru skúlarnir kundu sloppið at hildið fram eftir gomlu skipanini, ella at mann gjørdi eina differentieraða loysn. Myndugleikarnir eiga at leggja upp fyri, at allir skúlar eru ikki eins væl fyri, tá ið talan er um tøkni. Tað halda Sjúrður J. Ravnsfjall og Jens Mortan Rasmussen, ávikavist formaður og tiltakslimur í KT-varðafelagnum.

13.03.2025

Nýggja Skúlanetið noyðir skúlar, sum ikki eru so framkomnir, tá ið talan er um tøkni og teldur, at útvega sær nýggja og góða útgerð, og hjá hesum skúlunum kennist skiftið frá tí gamla til Skúlanet ikki eins og tað ger hjá væl útbygdum skúlum, halda Sjúrður J. Ravnsfjall og Jens Mortan Rasmussen. Teir eru KT-vørðir og arbeiða í Skúlanum á Fløtum, sum helst er tann mest framkomni, tá ið talan er um tøkni og telduútbúnað.

- Óivað hava fleiri smærri skúlar ta fatan, at Skúlanet er ein bati samanborið við tað, sum var, tí í skúlum, har KT-vørðurin kanska hevur tveir tímar ella minni til sítt arbeiði, kann tað vera ein fyrimunur, at Skúlanet noyðir lærararnar sjálvar at boða frá tøkniligum feilum. Tað er ein fyrimunur rætt og slætt, tí KT-vørðurin hevur alt ov lítla tíð, og tá hjálpir tað at fáa hjálp uttanífrá. Misnøgdin er serliga í skúlum oman fyri 200 næmingar og skúlum, sum leggja stóran dent á telduútbúnaðin, meta vit. Stóru skúlarnir kundu sloppið at hildið fram eftir gomlu skipanini, ella at mann gjørdi eina differentieraða loysn og ikki plenuklipparaloysn. Myndugleikarnir eiga at leggja upp fyri, at allir skúlar eru ikki eins væl fyri, tá ið talan er telduútbúnað.

Fyri skúlar, sum eru framkomnir, tá ið talan er um tøkni og telduútbúnað, er Skúlanet ein verri skipan, eru Jens Mortan Rasmussen og Sjúrður J. Ravnsfjall ivaleysir í.

- Eftir okkara tykki gevur tað ikki meining at gera eina skipan, sum er líka fyri allar skúlar – tann, sum er tøkniliga framkomin, og tann, sum ikki er. Tað sigur seg sjálvt, at ein skúli, sum tøkniliga er framkomin, hevur nógv meiri brúk fyri KT-vørðum á staðnum, men sum er, ger tímafrymilin ikki mun. Hann verður framvegis roknaður eftir næminga- og starvsfólkatalinum og ikki eftir, hvussu nógvir skíggjar eru í skúlanum. Hetta er ein lættur máti at gera skipanir, men hon er á ongan hátt gagnlig ella hóskandi.

Ein broyting, sum nýliga er komin í, er, at Skúlanet vil hava KT-vørðirnar at hava umsjón við, hvussu netið í skúlanum er, hvussu nógvir brúkarar eru innritaðir, hvørji accsesspunkt lýsa, hvat ikki riggar og framvegis.

- Vit hava skilt, at vit skulu staðfesta, hvussu støðan er, men vit skulu ikki loysa trupulleikar, um trupulleikar eru. Tað sleppa vit framvegis ikki. Spurningurin er so, hvat Skúlanet skal brúka tað til, sum vit vísa á. Tað kann hugsast, at úrslitið av hesum verður, at tey ásanna, at hetta verður ov nógv hjá teimum at umsita, tí so nógvir skúlar, brúkarar og net eru – hetta er ein alt ov stór uppgáva at røkja. Verður tað úrslitið, so kann tað hugsast, at henda uppgávan aftur endar hjá KT-vørðunum, men endar tað við tí, kunnu vit ikki bara yvirtaka tað uttan at fáa tímarnar, sum skulu til fyri at umsita tað.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni