Tíðindi
18.08.2016
Í øllum tilfarinum verða foreldur eisini tikin við. Hetta við brøvum og tilfari til foreldrafundir. Fekst tú ikki ferðslu við í ársætlanina, loysir tað seg at kunna teg um tilfarið á www.snar.fo/ferdsla.
FERÐSLUUNDIRVÍSING AVGJØRT TÝDNING
Vitalia Black er lærari í skúlanum á Skúlatrøð. Hon undirvísir í føroyskum, kristni og átrúnaði og handarbeiði í 4.-9. flokk.
Hvørjar royndir hevur tú av undirvísingartilfarinum?
- Eg havi í ferðslufrálæruni nýtt tilfarið, Vegamót, í 7. flokki og 360° í 8. flokki. Greinir og filmar nýtti eg í 9. flokki í fjør. Áðrenn sjálva frálæruna vísti eg á foreldrafundi viðmælda animatiónsfilmin um serstøku avbjóðingarnar hjá foreldrum at tannáringum. Eisini vísti eg næmingunum filmin, og øll hildu hann vera lýsandi.
Hvussu riggaði tilfarið at undirvísa í?
- Tilfarið, Vegamót, greinir og filmar er lætt at koma til og gott at undirvísa í. Tað danska tilfarið, 360°, krevur uni-login, so tað skal útvegast næmingunum, áðrenn farið verður í gongd.
Hvussu dámdi næmingunum?
- 7. flokkur tók væl ímóti framløguni við hagtølum, sum er uppleggið til Vegamót, so vit fingu eitt skilagott prát, áðrenn tey fóru í bólkar at arbeiða við tilfarinum. Teimum dámdi arbeiðsháttin, og tey mettu seg hava lært nakað, bæði í bólkinum og av kjakinum eftir framløgurnar. Vit nýttu 4 tímar til arbeiðið, ið var mett at taka tveir tímar.
- 8. flokki dámdi sera væl tað danska tilfarið, 360°, sum byggir á samrøður við ymsar persónar, sum høvdu tilknýti til eina veruliga ferðsluvanlukku. Hetta tilfarið fangar kanska betur tey ungu, tí tað er smartari uppsett.
Hevur ferðsluundirvísing týdning í framhaldsdeildini?
- Av tí at tey 15 ára gomlu standa á gáttini til 10 tey vandamestu árini í ferðsluni, skulu vit fyrireika tey at gerast trygg í ferðsluni, so tað hevur avgjørt týdning!