Tíðindi
02.06.2022
– Fyri nógv ung er tað nakað tíðliga at fara beinleiðis úr 9. flokki í miðnámsskúla. Tað eru jú ikki øll, sum eru klár og vita, hvat tey skulu beinanvegin. Eftirskúlin er upplagdur fyri tey, sum vilja hugsavna seg um okkurt, sum hevur teirra áhuga. Tú hevur jú ikki so nógv fak, men hevur í staðin breytir, sigur hann.
– Samstundis er man í einari búningartilgongd, har man mennist sum menniskja. Tú býrt jú úti, hevur kamar saman við øðrum, so ja, tú lærir ótrúliga nógv. Eitt ár á eftirskúla er eitt dannilsisár, har tú verður dannaður og upplýstur, sigur eftirskúlastjórin og tekur dømi um føroyabreytina.
– Á føroyabreytini verður tú upplýstur um, hvussu Føroyar síggja út, og tú fært høvi at tosa við fólk kring alt landið og hoyra søgur, sum tú nokk annars ikki hevði hoyrt. Aftan á 10 mánaðir er man rættiliga væl kunnaður og mentur, sigur hann.
Higartil hava 13 næmingar verið í árganginum 2020/21 og eisini nú í 2021/22. Næmingarnir koma úr øllum landinum, men næmingarnir eru ikki bara úr Føroyum. Síðsta ár var ein danskur næmingur, og í ár er ein úr Grønlandi og fýra úr Danmark. Tríggir av teimum donsku hava familjubond í Føroyum.
– Okkara eftirskúlatilboð er ikki bara til føroyingar, men eisini til føroyingar í útlegd, sigur Pól Arni Holm, sum sær tað sum upplagt hjá føroyingum búsitandi í Danmark at senda síni børn til Føroya á eftirskúla, tí tað kann vera ein góður máti at koma inn í føroyska samfelagið, her tey kunnu læra málið og mentanina at kenna.
Pól Arni Holm heldur, at næmingarnir trívast væl á eftirskúlanum.
– Vit hava sum heild fingið sera góðar afturmeldingar frá næmingum, sigur hann.
– Herfyri komu nakrir av teimum fyrstu næmingunum á vitjan. Tey vóru øgiliga fegin at koma aftur á skúlan, her tey einaferð gingu. Tað er stuttligt at hoyra, at tey hava havt eina góða tíð her, sigur Pól Arni Holm.
Ein uttanlandsferð er annars eisini partur av eftirskúlanum, eins og vanligt er á eftirskúlum í Danmark.
Pól Arni Holm væntar, at talið av næmingum verður nakað størri komandi summar, skúlaárið 2022/23. Hetta er ikki bara gott fyri skúlan og næmingarnar, men eisini fyri Tvøroyri.
– Tess hægri næmingatal, tess fleiri fólk kunnu vit seta í arbeiði, so skúlin er eisini ein góður máti at skapa arbeiðspláss. Hetta er jú økismenning, sigur hann.
Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022