Tíðindi
20.10.2016
“Fremsta endamálið hjá Bókaklubbanum er at geva føroyskum børnum spennandi og viðkomandi bøkur á føroyskum. Vit hava altíð ynskt at kunna bjóða øllum føroyskum børnum sama møguleika at fáa føroyskar bøkur, óansæð um tey búgva í Føroyum ella uttanlands. Tí eru vit sera fegin um samstarvið við BankNordik, ið er høvuðsstuðul, og Smyril Line, sum umsíðir ger hetta møguligt.”, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri í Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Stuðulin frá Banknordik og Smyril Line verður brúktur til at fíggja frakt og postgjald á pakkum til Danmarkar, soleiðis at útisetar í Danmark rinda sama kostnað fyri bøkurnar sum limir í Føroyum. Samstundis sum tað nú verður bíligari hjá útisetum at vera limur, fáa teir eisini møguleika at tekna STROK-hald, fyri sama kostnað sum í Føroyum, og fáa bløðini send ókeypis saman við bókapakkunum.
"Í BankNordik eru vit fegin um nýggja samstarvið. Føroyska málið hjá børnum í Danmark hevur stóran týdning - eisini í sambandi við avgerðina um at flyta heim aftur til Føroyar. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla føroyska málinum og føroysku barnafamiljunum í Danmark. Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita betri umstøður til at menna og varðveita føroyska málið.", sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik.
Tiltak í Føroyahúsinum
Í sambandi við nýggja tilboðið til útisetar verður spennandi bókatiltak í Føroyahúsinum fríggjadagin 11. november kl. 16, har greitt verður frá tilboðnum. Ymiskt undirhald fyri børn verður eisini á skránni.
---
Ein millión pakkar frá Bókaklubbanum Í ár eru 30 ár síðani Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags varð settur á stovn. Hesi 30 árini hevur Bókaklubbin sent meiri enn eina millión pakkar til limirnar. Triði hvør føroyingur eldri enn 15 ár er ella hevur verið limur í Bókaklubbanum, sum sostatt man teljast millum størstu bókaklubbar í heiminum, sammett við fólkatalið.