Tíðindi
20.12.2024
Tá ið tað ringir inn til fyrsta tíma í skúlunum kring um í Danmark, situr fjórði hvør næmingur – 27 prosent – svangur. Tað vísir ein nýggj TIMSS-kanning (Trends in International Mathematics and Science Study), sum er gjørd millum næmingar í fjórða flokki.
Tølini eru galdandi fyri 25 prosent av gentunum og 29 prosent av dreingjunum, at tey hvønn dag ella nærum hvønn dag møta svong upp í skúla. Kanningin vísir eisini, at tað er ein sosial skeinklan, tá ið talan er um, hvørji børn koma oftast svong í skúla. Hetta er serliga galdandi fyri børn úr heimum, sum frammanundan eru illa fyri – tað er úr orkuveikum heimum samanborið við næmingum úr orkuríkum heimum.
Samstundis er møðin millum danskar næmingar vaksin munandi. Í 2019 vóru 42 prosent av næmingunum í fjórða flokki troyttir, tá ið teir møttu upp í skúla, í 2023 var talið samsvarandi vaksið til 51 prosent. Møðin ger seg serliga galdandi fyri dreingirnar, vísir kanningin.
Men hvat hevur tað at siga fyri læringina, heilsuna og trivnaðin, at næmingar fáa miðmála í skúlanum? Í løtuni er ein royndarverkætlan á skránni, sum fær fígging á donsku fíggjarlógini fyri 2025. Danski ráðharrin í barna- og undirvísingarmálum, Mattias Tesfaye, sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa meiri vitan um týdningin av, at børn fáa at eta í skúlanum.
”Tíverri fáa øll børn ikki morgunmat; nógv fara tí í skúla uttan at hava etið, og tá kann tað vera trupult at lurta og læra. Frá komandi skúlaári seta vit tí í verk eina royndarverkætlan við skúlamati. Vit fáa tá at vita, um ein felags máltíð mitt á degi hevur týdning fyri heilsuna, trivnaðin og læringina. Eg vóni, at hetta kann vera ein máti at hjálpa næmingum úr orkuveikum heimum,” sigur Mattias Tesfaye.
Fakta um TIMSS
TIMSS er ein altjóða sambærilig kanning, sum verður gjørd í samstarvi við The International Association for the Evaluation of Educational Achievement (IEA).
Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse (DPU) við Aarhus Universitet hevur gjørt kanningina, og danska kenslumálaráðið er við at fíggja hana.
TIMSS byggir á fakligar kanningar av næmingum í fjórða flokki og spurnabløð, sum næmingarnir, foreldur teirra, lærarar og skúlastjórar hava svarað.
Les ala TIMSS-kanningina her:
Royndarverkætlan við skúlamati
Í donsku fíggjarlógini fyri 2025 eru 104 mió. kr. í 2025 og 250 mió. kr. um árið í tíðarskeiðnum 2026-2028 settar av til eina landsfevnandi royndarverkætlan við skúlamati. Royndarverkætlanin er ætlað bæði fólkaskúlum og frískúlum og verður gjørd um alt landið. Verkætlanin leggur upp til ymsar skipanir, bæði at allur maturin er fult fíggjaður men eisini at foreldur eru við at gjalda fyri ein part.
Kelda: uvm.dk
Mynd: iStock