Tíðindi
02.09.2016
Í einum púra vanligum 9. flokki í Danmark sita 5 næmingar, sum hava skaðað seg sjálvan. Tey ungu, sum skaða seg sjálvan, trívast vanliga verri samanborið við onnur ung. Tey kenna seg mangan einsamøll og hava lægri sjálvsvirði; tey eru dagliga plágað av ymsum slagi av mistrivnaði, og mangan hava tey verið fyri happing.
- Tað er skelkandi, at so nógv ikki trívast og skaða seg sjálvan. Tað mugu vit gera nakað við. Tað snýr seg um at veita betri hjálp, tá tað hendir, men eisini um at fyribyrgja. Trivnaðurin hjá børnum skal betrast - og tað snýr seg fyri ein stóran part um at bróta tabuið um hetta at skaða seg sjálvan, so tað verður lættari hjá vaksnum at hjálpa børnum og ungum til tað góða barnalívið, sum ST-barnarættindasáttmálin sigur, at børn hava rætt til, sigur Per Larsen.
Clara er ein av teimum ungu, sum hava tikið lut í kanningini hjá Barnaráðnum. Hon sigur, at hon bara hevur møtt eini skipan, sum ikki riggar, tí tað at skaða seg sjálvan verður ikki mett at vera ein rættilig sjúka:
Eg fekk ikki viðgerð, fyrr enn eg var í vanda fyri at beina fyri mær sjálvari. Tá ið eg kom í eina bráðmóttøku, vístu tey meg víðari, soleiðis at eg fekk hjálp, men tað vildu tey ikki áðrenn. Tí eg var ikki nóg ring. Tey fyribyrgja ikki, tey koma ikki inn í myndina fyrr enn støðan er lívshættislig.
Per Larsen eftirlýsir betri møguleikum fyri hjálp og viðgerð.
Í dag er tað soleiðis, at tú fært bara hjálp, um tú hevur eina diagnosu, sum gevur atgongd til hjálp. Tað er ikki rímiligt, at so nógv ung skulu bíða eftir, at samfelagið heldur, at tey eru nóg sjúk at fáa viðgerð. Tilboðini skulu gerast nógv betri - eisini uttan at krevja eina diagnosu.
Kanningin vísir, at ung, sum skaða seg sjálv, eru kring alt landið, og at tey ungu í 9. flokki vita neyvt, hvussu støða teirra er. Samstundis vísir kanningin, at tað eru fleiri gentur enn dreingir, sum skaða seg sjálv, men at dreingir, sum gera tað, gera tað oftari.
Høvuðsúrslitini:
Av teimum 22 prosentunum av ungum, sum hava skaðað seg sjálv, eru 68 prosent gentur og 32 prosent dreingir.
Ung, sum koma frá heimum, har foreldrini eru farin frá hvørjum øðrum, og ung, hvørs familjur eru fíggjarliga illa fyri, skaða seg sjálv oftari.
42 prosent av teimum ungu, sum eru happað á netinum síðsta árið, hava skaðað seg sjálv.
14 prosent av dreingunum, sum hava skaðað seg sjálvar, hava gjørt tað meiri enn 20 ferðir seinasta árið. Sama er galdandi fyri 7 prosent av gentunum, sum hava skaðað seg sjálvar.
Vanligasta slagið av sjálvskaðing er at skera, klóra ella sláa seg sjálvan.
Ung, sum hava skaðað seg sjálv, hava mangan lægri sjálvsvirði og trívast verri enn onnur ung.
Kanningin er gjørd í november/desember 2015.
Kelda: Barnerådet