Tíðindi

matpakkin.fo

Tú veitst, hvussu tað er, tá ið tú eitt sunnukvøld hevur gloymt matpakkan hjá børnunum. Tú hevur gloymt at smyrja børnunum matpakkan, hóast tú hevur smurt teimum mat frá tí, tey byrja í vøggustovu, til tey eru liðug við fólkaskúla, og tá hava tey í miðal etið 2.600 matpakkar

22.09.2016

Soleiðis hugleiðir Anbritt Toftegaard, stjóri í Skúlanum á Giljanesi, í sambandi við, at skúlin hevur fingið matsamstarv í lag við P/f Gist & Vist, sum rekur Hotel Vágar, Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn.

Í langa tíð hava Vága kommuna, skúlastýrið og foreldur ynskt sær eina matarskipan fyri Skúlan á Giljanesi. Nú er klárt at brúka hesa matarskipan í skúlanum. Skúlaleiðslan og skúlastýrið hava arbeitt miðvíst við hesi verkætlan, og nú er komið á mál.

Tað er einfalt og lætt at bíleggja matin. Tað verður gjørt á netinum, matpakkin.fo. Bíleggingin skal vera inni dagin fyri í seinasta lagi klokkan 22. Tað ber til hjá foreldrum at gera eina fasta bílegging ella at bíleggja av og á. Tey hava nú ein matpakka, ið kostar millum 28 og 30 krónur – ein bíligur matpakki, um vit sammeta við ein franskan hotdog og ein hálvan litur av cola. Goldið verður við korti. Peningurin verður trektur av kortinum sama dag, sum vøran verður latin. Av tí at peningurin ikki verður trektur fyrr enn sama dag, sum vøran er latin, ber til at broyta í tí føstu bíleggingini ella strika hana heilt til klokkan 22 kvøldið fyri.

Matpakkin í Skúlanum á Giljanesi er gjørdur eftir hugskoti hjá skúlastýrinum og tøkum møguleika hjá Gist & Vist, ið hevur havt samband við ein kostráðgeva, so at maturin er heilsugóður. Matskráin er ikki endalig, og tí ber til at laga hana eitt sindur til eftir tørvi.

Vága kommuna gjørdi fyri fleiri árum síðan eina royndarverkætlan við eini matarskipan fyri næmingar í gamla Miðvágs-Sandavágs Skúla. Allir næmingar fingu eina tvíflís og eitt sindur av skornari frukt. Hetta var áðrenn matarskipanir vórðu vanligar í landsins skúlum. Henda royndin eydnaðist væl, men undirtøkan var kortini ikki nóg góð, og tí datt skipanin niðurfyri.

Nú royna tey aftur har vesturi. Nógvir skúlar í hinum Norðurlondunum bjóða heitan skúlamat á døgurða. Tað hevur Skúlin á Giljanesi ikki møguleika til, men nú í fleiri ár hava tey ynskt sær eina skipan í Skúlanum á Giljanesi við leskiligum og heilsugóðum mati.

- Ein stóran part av máltíðunum eta vit, meðan vit eru til arbeiðis ella í skúla. Eta vit sunt og fjøltáttað hvønn dag, verða vit likamliga betur fyri, vit føla okkum væl, orka betur og fáa hugsavnað okkum betur, sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri.

Myndin:
Í langa tíð hava Vága kommuna, skúlastýrið og foreldur ynskt sær eina matarskipan fyri Skúlan á Giljanesi. Nú er klárt at brúka hesa matarskipan í skúlanum. Skúlaleiðslan og skúlastýrið hava arbeitt miðvíst við hesi verkætlan, og nú er komið á mál

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni