Tíðindi
08.02.2016
Enn hevur Føroya Lærarafelag ikki fingið innbjóðing frá landsstýriskvinnuni at koma at tosa um, hvussu ársverkið eigur at verða endurskoðað. Í sambandi við ein munnligan fyrispurningin í november í fjør spurdi Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, landsstýriskvinnuna við skúlamálum, um ætlanir eru at endurskoða ársverkið. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, svaraði játtandi, at tíðin nú er búgvin at endurskoða ársverkið og gera eina nýggja og smidliga arbeiðstíðaravtalu, har skúlar, leiðsla og lærarar í størstan mun kunnu leggja sær virksemið til rættis, frá skipan av skúlaárinum til menningarvirksemi. Nýggja arbeiðstíðaravtalan verður gjørd saman við Lærarafelagnum, segði landsstýriskvinnan.
- Ein dagføring av arbeiðstíðaravtaluni er partur av samráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið og Lærarafelagið, so vit eru í gongd við at endurskoða ársverkið; samrátt hevur verið síðan í fjør summar. Men fáa vit ein innbjóðing frá landsstýriskvinnuni taka vit fegin ímóti. Tað er lítið at ivast í, at arbeiðstíðaravtalan kundi verið smidligari, men samstundis er avtalan ein trygd fyri einum rímiligum býti millum undirvísing, fyrireiking og aðrar uppgávur. Tað kann ljóða soleiðis á fyrispurninginum hjá Sonju Jógvansdóttir, at hon heldur, at lærarin skal undirvísa størri part av arbeiðstíðini. Tí taka vit ikki undir við. Tað má vera eitt ovasta mark fyri, hvussu nógv ein lærari undirvísir,. Fyri at kunna geva næmingunum dygdargóða undirvísing, so má lærarin hava stundir til at fyrireika seg og eisini at dagføra seg námsfrøðiliga og fakliga, sigur Herálvur Jacobsen.
Formaður Føroya Lærarafelags sigur, at tá ið ársverkið hjá lærarum verður umrøtt, verða tingini mangan blandað saman. Soleiðis varð eisini henda dagin í tinginum, tá ið munnligi fyrispurningurin varð svaraður.
- Løgtingskvinnan segði, at lærarar skulu ikki brúka tíðina upp á skráseting, eftirlit og annað, sum tekur tíð frá undirvísingini. Tí kunnu vit vera samd í. Men úr einum lærarasjónarmiði er ónøgdin við ársverkið, í sær sjálvum, ikki so stór. Tað er hinvegin royndirnar at trýsta fleiri og fleiri uppgávur inn í ársverkið, sum lærarar eru ónøgdir við. Lærarar undirvísa, fyrireika undirvísing og røkja aðrar uppgávur, knýttar at undirvísingini og næmingunum. Serliga seinnu árini eru krøvini til skjalfesting vaksin nógv, samstundis sum lærarar hava eina kenslu av, at fólkaskúlin, við somu tímajáttan, skal bøta um øll vandamál, sum stinga seg upp. Tað, sum órógvar lærarar, er, at innanfyri teir somu 1800 tímarnir, sum ársverkið er, skulu fleiri og fleiri uppgávur loysast, men einaferð flýtur yvir.
Tað er eitt rák í øllum londum rundan um okkum, at landsins myndugleikar vilja hava lærarar at undirvísa meiri.
- Hvussu fært tú lærarar at undirvísa meiri? Jú, tað er at minka um aðrar uppgávur; á henda hátt verða pengar spardir. Trupulleikin er bara, at aðrar uppgávur, sum lærarin ger, eru neyðugar uppgávur, so sum fyrireiking, dagføring av fakliga yrkinum og samvera við næmingum. Verður minkað um hetta, so versnar dygdin á undirvísingini. Ein ógvuliga stórur partur av arbeiðinum at vera lærari liggur uttan fyri vanligu undirvísingina; tey, ið ikki eru lærarar, hava mangan ilt við at skilja, hvussu nógv tíð er neyðugt til hetta.
Lesið eisini: http://skulabladid.fo/fo-FO/%C3%81rsverki%C3%B0-ver%C3%B0ur-endursko%C3%B0a%C3%B0.aspx