Tíðindi
08.02.2022
Korona hevði við sær, at eingin handan var í fjør, og tí fáa tvey listafólk gávugóðs á hesum sinni.
Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunsins er arvur eftir Thorvald Poulsen av Steinum, garðyrkismann.
Ein trímannanevnd við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og forkvinnuni í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður.
Í løtuni er nevndin henda: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og umboð fyri rektaran á Fróðskaparsetrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi, og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.
Gávugóðsið er 35.000 krónur og verður latið saman við heiðursbrævi.
Hjartaliga til lukku Maria og Alda!