Tíðindi

Lønarsamráðingarnar 2017/18

Tað er lítil ivi um, at lærarar fara at sammeta seg við aðrar fakbólkar lønarliga, og at lønarkrøvini fara at økjast. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

23.02.2018

Tað er mannahugsan, at nøkur fakfeløg hava hildið, at teirra limir lógu ov lágt lønarliga samanborið við onnur yrki við líknandi útbúgvingum. Men satt at siga, so kom tað eitt sindur óvart á, at ikki minni enn tvey fakfeløg um ársskiftið fóru í verkfall, umframt at annað felagið varð verkbannað orsakað av kravinum um lønarlyft. Nú var jú sokallaða lønarnevndin sett, tó at hon ikki av álvara er farin til verka enn; helst hava fleiri hildið, at hetta fór at kyrra partarnar og seta krøvini á steðg. Men so var ikki.

Tá semjan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið var undirskrivað 12. oktober 2017, so helt Fíggjarmálaráðið, sum eisini hevur verið siðvenja, at stríðið um lønarkarmin var av, og at samráðingarnar við onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum nú meira vóru ein avgreiðsluspurningur. Men so var ikki. Fleiri feløg vóru ónøgd við lønarhækkingina í krónum heldur enn prosentum, tí umroknað í prosent minkaði krónuupphæddin lutfalsliga, jú hægri lønirnar vóru. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag vóru als ikki nøgd við lagda karmin og fóru til samráðingar við munandi hægri lønarkrøvum. Sum kunnugt løgdu sjúkrarøktarfrøðingarnir á ávísum deildum arbeiðið niður fyrst í november. Tað tók pørtunum góðar tvær vikur at koma til semju. Fyrst í desember sendi Pedagogfelagið leiðararnar á dagstovnunum heim, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið svaraði aftur við verkbanni á dagstovnaøkinum. Pedagogfelagið herdi verkfallið á almannaøkinum, og tað tók góðar fimm vikur, til semja var undirskrivað. Mest eyðsýnta úrslitið var, at bæði feløgini vunnu munandi hækkingar á endalønini hjá vanligu limunum.

Nevndin í Føroya Lærarafelag var heldur ikki nøgd við eina lønarhækking í krónum, tí stórur partur av limum felagsins liggja oman fyri tað miðalløn á 30.250 kr., sum lønarhækkingin var roknað eftir. Lærarafelagið hevði fyrsta fyrireikandi fundin í samráðingunum í juni 2017, og seinasti fundurin fyri jól var í november. Tá stóð framvegis í botni um lønarspurningin, tí Fíggjarmálaráðið tvíhelt um eina lønarhækking í krónum. Tá samráðingarnar vóru tiknar uppaftur í januar 2018, dragnaði millum partarnar, og at enda góðtók Fíggarmálaráðið eina lønarhækkan, sum var 2,3% frá 1. okober 2017 og 2,5% frá 1. oktober 2018. Semjan var undirskrivað 25. januar. Lønarliga er hetta besta semjan hjá felagnum síðan í 2008.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fór í verkfall undir herrópinum, “Rættið skeivleikan”, og Føroya Pedagogfelag fór í verkfall undir herrópinum, “Líka útbúgving, líka løn”. Tað eydnaðist báðum feløgunum, serliga sjúkrarøktarfrøðingunum, at hækka endalønina munandi. Og stríðið hevur í stóran mun sett sjóneykuna á endalønina.

Tað er lítil ivi um, at lærarar fara at sammeta seg við aðrar fakbólkar lønarliga, og at lønarkrøvini fara at økjast. Men eins týdningarmiklar og lønin eru arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, og her er langt á mál. Allar sømdir verða ikki vunnar í einum samráðingum, og tí mugu Lærarafelagið og limir felagsins brynja seg til framtíðina.

Oddagrein í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni