Tíðindi
21.05.2024
Fyrr í dag var uppskotið at lækka næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum samtykt. Talan er um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan viðvíkjandi áseting um næmingatal í hvørjum flokki. Grein 20 eitur nú: Er næmingatalið í flokkinum hægri enn 20 við skúlaársbyrjan, kann skúlaleiðarin avgera at býta flokkin í tveir flokkar ella seta aðra fyriskipan í verk, undir hesum tvílæraraskipan o.a. Hetta verður galdandi frá skúlaárinum 2025-26, tá byrjað verður við 1.flokki og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum.
Lógin tekur við 1. juli 2025.
Ein samd mentanarnevnd legði uppskotið fram. Í viðmerking til uppskotið verður sagt, at orsakir til uppskotið er álitið, sum varð handað landsstýrismanninum um broytingar í fólkaskúlalógini, umframt at úrslit frá einari trivnaðarkanning vóru almannakunngjørd.
- Í álitinum sæst m.a., hvussu stóran týdning tað hevur, at vit hava eina skipan, sum tekur nøktandi atlit at støddini á tí einstaka flokkinum, soleiðis at henda sampakkar við nøktandi tíð til tann einstaka næmingin. Mælt verður m.a. til í álitinum, at næmingatalið ikki fer upp um 20 næmingar. Trivnaðarkanningin, sum var almannakunngjørd, vísti tíverri, at trivnaðurin millum børnini í føroyska fólkaskúlanum ikki er vorðin betri, men heldur hevur gongdin verið hinvegin, t.e. at trivnaðurin er versnaður. Hvat trivnaði viðvíkur, eru tað óivað nógvir faktorar, sum spæla inn, men tó má ásannast, at nøktandi tíð frá tí vaksna til tann einstaka næmingin eisini kann vera við til betran av trivnaðinum. Við at seta inn og geva møguleika fyri at minka um floksstøddina, verður fyrsta stig tikið til at tryggja tí einstaka næminginum betri úrtøku frá tíðini í fólkaskúlanum, og væntandi kemur hetta átak eisini at betra um trivnaðin hjá børnunum.
Endaliga uppskotið, sum í dag er samtykt, er í nógvum lutum í samsvari við tað, sum Føroya Lærarafelag vildi. Millum aðru og triðju viðgerð gjørdi Føroya Lærarafelag vart við, at tað er eingin trygd hjá verandi flokkum í fólkaskúlanum, at næmingatalið fer upp um 22. Hóast felagið fegnast um, at næmingatalið nú fer at lækka, so er einki í samtyktu lógini, sum tryggjar verandi flokkar fyri einum hámarki.