Tíðindi
26.01.2016
Lítliskúli tekur ímóti innskrivingum til skúlaárið 2016/2017. Nøkur pláss eru eftir, og tikið verður eisini ímóti innskrivingum til árini frameftir.
Hóast góðkenningin er komin frá Mentamálaráðnum, skal Tórshavnar kommuna, sum varðar av forskúlanum, siga gott fyri honum, tí tað er kommunan, sum fíggjar forskúlan.
Tað er ein áhugabólkur við 8 fólkum hevur tikið stig til Lítlaskúla. Stigtakararnir eru námsfrøðingar, lærarar, tónleikalærarar, listafólk og foreldur, sum brenna fyri námsfrøði og læring. Foreldur hava víst skúlan stóran áhuga. Fyrst í desember segði umboð fyri stigtakararnar við Skúlablaðið, at nógvar tilmeldingar eru komnar, heilt fram til 2021.
Á heimasíðuni, sum skúlin hevur gjørt, siga tey, at menning og læring síggja tey í síni heild, har samskipan og samstarv eru týðandi fortreytir.
- Barnið síggja vit í síni heild við sínum serstøku gávum og dygdum. Hvørt einstaka barnið eigur í so stóran mun sum til ber at sleppa at brúka og menna allar sínar gávur. Vit eru sannførd um, at bestu líkindi fyri læring fara fram í einum tryggum, sunnum og skapandi umhvørvi. Hetta skal skiljast í breiðum týdningi, har eitt sunt og trygt umhvørvi eisini snýr seg um, at vit fara um hvønn annan við virðing og viðurkenning.
Hvar skúlin fer at halda til, er ikki endaliga avgreitt.
Eru tit áhugað í Lítlaskúla, kunnu tit senda ein teldupost til litliskuli@mail.fo við navni og aldri á barninum.
Á myndini eru stigtakararnir til frískúlan.