Tíðindi

Lítil áhugi at hava samfelagsfrøði á linju

Stendur tað til landsstýriskvinnuna við skúlamálum, Rigmor Dam, verður samfelagsfrøði boðin út sum lærugrein í fólkaskúlanum í 8. ella 9. flokki longu komandi ár. Lærarar, ið kunnu undirvísa í samfelagsfrøði, eru tó fáir

10.02.2016

Tey lesandi á Námsvísindadeildini hava júst valt linjulærugreinir, tað gjørdu tey í januar, og eingin teirra valdi samfelagsfrøði. Seinasta skúlaár var heldur eingin, sum valdi linjugreinina samfelagsfrøði; árið fyri vóru 10 lesandi, ið høvdu samfelagsfrøði á linju, og tey eru øll liðug við útbúgving sína.
- Samfelagsfrøði verður boðin út á jøvnum føti við allar aðrar lærugreinir, ið eru í fólkaskúlanum, men áhugin hevur verið lítil. At tosað hevur verið um at fáa samfelagsfrøði inn í fólkaskúlan sum sjálvstøðuga lærugrein, hevur ikki havt við sær, at nógv læraralesandi velja samfelagsfrøði sum linjulærugrein. Tey lesandi velja fyrst og fremst tær lærugreinirnar, sum hava nógvar tímar í fólkaskúlanum, tí tey hugsa um starv eftir lokna útbúgving, sigur Janus Jensen, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina, námslektari í námsfrøði og almennum didatikki.

Tað kann hugsast, at fleiri fara at velja samfelagsfrøði næstu ferð læraralesandi skulu velja linjulærugrein, nú samfelagsfrøði eftir øllum at døma verður ein lærugrein á tímatalvuni hjá fólkaskúlanæmingum, heldur Janus Jensen.
- Í hugaheiminum á teimum lesandi hevur tað nógv at siga, hvussu nógvar tímar lærugreinin fær. Fær samfelagsfrøði 1-2 tímar á tímatalvuni, so fær tað somu lagnu sum tær lærugreinirnar, ið hava fáar tímar á tímatalvuni t.d.lívfrøði, kristni og aðrar. Hesar lærugreinirnar hava lyndi til at detta niðurímillum, tá lesandi skulu velja.

Tað eru nøkur fá lesandi á Námsvísindadeildini, sum hava verið undir lestri á Søgu- og samfelagsvísindadeildini, ið fáa góðskrivað samfelagsfrøði sum linjulærugrein, tí tey hava lisið samfelagsvísindi.

Mynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni