Tíðindi
20.12.2023
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, um fíggjarstøðuna hjá lág- og miðalløntum. Løgtingskvinnan vil vita, hvussu fíggjarstøðan sær út hjá støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn upp á 20.000 kr., hvussu fíggjarstøðan sær út hjá støkum lærara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 38.524 kr., og hvussu fíggjarstøðan sær út hjá støkum løgtingsfólki í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 42.875 kr. Somuleiðis vil løgtingskvinnan vita, hvørjar almannaveitingar, hjálparpakkar v.m. hesir bólkar hava rætt til, og hvørjar upphæddirnar er.
Landsstýriskvinnan svarar, at fíggjarliga støðan hjá húskjum er sum kunnugt treytað av inntøkum og útreiðslum, sum familjan hevur. Útreiðslur eru sjálvsagt ymiskar frá húski til húski, og tí fevnir hetta svarið einans um inntøkur, skattaútreiðslur og stuðulsskipanir til stakar uppihaldarar. Les alt svarið frá landsstýriskvinnuni her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10664