Tíðindi
06.07.2019
Spurningarnir, sum verða granskaðir eru, hvørjir algebraførleikar verða kannaðir í endaligu skrivligu próvtøkini í støddfrøði í 9. flokki, og hvussu hesir høvdu verið broyttir, um algebra telduamboð vóru loyvd til próvtøkurnar. Hetta verður gjørt við at kanna allar próvtøkuuppgávur seinastu 10 árini í mun til, hvørjir førleikar eru neyðugir fyri at loysa uppgávurnar bæði við og uttan symbol amboð.
Samanberingin bendir á, at tað eru grundleggjandi algebra strukturar, sum ikki verða lærdir, um næmingarnar áhaldandi brúka algebra telduamboð til próvtøkuuppgávurnar.
Greinin kallast “What algebraic knowledge may not be learned with CAS -a praxeological analysis of Faroese exam exercises” og kann frítt lesast her: https://doi.org/10.23925/1983-3156.2019v21i4p085-099
Louise Meier Carlsen er ph.d.-lesandi og adjunktur í støddfrøði didaktikki á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetinum. Ph.d.-verkætlan hennara er stuðlað av Granskingarráðnum.
Algebra er bókstavarokning.
Kelda: setur.fo