Tíðindi
02.09.2022
Kjakast verður mangan um leiklutin hjá lærarum altjóða og tvørtur um landamørk í Norðurlondum. Ráðstevnan, sum Norðurlandaráðið skipar fyri í september, hevur til endamáls at varpa ljós á henda stóra spurningin við fyrilestrum, kjaki og orðaskifti. Spurningar, sum verða reistir, eru eitt nú, hvussu vit kunnu menna læraraleiklutin í Norðurlondum í árunum, sum koma, og hvørjar avbjóðingar vit eru í felag um, tá ið talan er um ávirkan uttan úr heimi. Somuleiðis hvørjar ágóðar og fyrimunir vit kunnu vísa á í læraraleiklutinum í Norðurlondum, sum kunnu vera við til at mynda framtíðar læraraleiklutin.
Á ráðstevnuni taka umboð fyri politiskar flokkar í Norðurlondum lut, eins og álitisfólk og starvsfólk í skúlafyrisitingum, umframt umboð fyri lærarafeløg – fyri Føroya Lærarafelag Jacob Eli S. Olsen.
Væntandi taka umleið 250 fólk lut til samans.
Jacob Eli S. Olsen tekur eisini lut á fundi hjá NLS, Nordiska Lärarorganisationers Samråd. Fundurin, ella forbundsseminarið, sum tað verður nevnt, verður í døgunum 27.-28. september í Reykjavík. “Móti framtíðini – sum NLS og sum limafelag” er evnið. Sløk 100 fólk umboðandi øll Norðurlond taka lut.
Fundur verður eisini í leiðsluforuminum hjá NLS. Tann fundurin verður í døgunum 5.-6 oktober í Keypmannahavn. “Sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá leiðslunum – faklig ávirkan” er evnið. Spurningar, sum verða reistir, eru eitt nú, hvørji mál gera seg serliga galdandi, tá ið talan er um arbeiðstrýst hjá skúlaleiðarum, eisini viðvíkjandi sálarliga arbeiðsumhvørvinum, og hvussu arbeitt verður við at bøta um viðurskiftini.
Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, og formaður í Skúlaleiðarafelagnum, og Jóhan Stenberg, varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum og næstformaður í Skúlaleiðarafelagnum, vera við.