Tíðindi

Lærarin í miðdeplinum fyri skúlamenning og framtíðarskúlanum

Í døgunum 19. til 21. september hevur NLS sokallaðan felags sektorfund í Føroyum. NLS er felagsskapur fyri lærarafeløg í Norðurlondum. Í Føroyum eru Føroya Lærarafelag, Yrkisfelagið Miðnám og Føroya Pedagogfelag limir í NLS. Á hvørjum ári eru tríggir sektorfundir. Ein fyri fólkaskúlaøkið, ein fyri miðnámsskúlaøkið og ein fyri dagstovnaøkið. Annað hvørt ár eru felags sektorfundir, har øll feløg eru umboðað.

07.09.2016

Á fundinum í septembur luttaka føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Sigurd í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Janus Jensen, dekanur á Námsvísindadeildini, fara at umrøða føroyskan útbúgvingarpolitikk. Úr Íslandi luttekur Dr. Hjördís Þorgeirsdóttir, hjálparrektari í ungdómsskúlanum, Menntaskólann við Sund. Hjördís heldur fyrilestur við heitinum “lærarin í miðdeplinum fyri skúlamenning og framtíðarskúlanum”.

Fyrilesturin er sera viðkomandi, tí rákið seinnu árini hevur verið, at fak- og áhugafeløg tilvitað hava verið hildin uttan fyri ávirkan, tá politiskar avgerðir verða tiknar. Grefligasta dømið er tað, sum hendi donskum lærarum, tá almennu arbeiðsgevararnir í apríl 2013 lýstu verkbann móti 67.000 lærarum, harav 50.000 arbeiddu í fólkaskúlanum. Verkbannið varð avblást 26. apríl, tá ein meiriluti í fólkatinginum tók undir við lóg 409, sum at kalla strikaði allar avtalur um arbeiðsviðurskifti hjá fólkaskúlalærarum.

Hóast tað trúliga verður roynt at broyta skúlan úr erva, so er breið semja um, at broytingar í skúlanum mugu taka støði og spretta í skúlanum. Og tað er júst hetta, sum fyrilesturin hjá Hjördís Þorgeirsdóttir snýr seg um. At starvsfólkini gerast partur og eiga lut í menningarátøkum. Fyrilesturin byggir á royndir í Íslandi við verkætlan, har “action research” verður nýtt sum háttur at fremja professionella menning. Í verkætlanini luttaka lærarar og granskarar. “Action research” tekur støði í dagliga virkinum og byggir á samarbeiði millum praktikaran, í hesum føri læraran, og professionella granskaran. Granskarin luttekur í dagliga virkseminum og er í minni mun eygleiðari.

Føroysku limafeløgini meta fyrilesturin at vera áhugaverdan og eitt gott íkast til orðaskiftið um skúlan. Tí er skipað fyri, at Hjördís Þorgeirsdóttir fer at halda fyrilesturin í Læraraskúlahøllini mikudagin 21. septembur kl. 16.00. Fyrilesturin er serliga ætlaður lærarum í fólka- og miðnámsskúlum, men er annars almennur.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni