Tíðindi
04.12.2024
Lærarin skal hava meira tíð til einstaka næmingin
Skal fólkaskúlin gerast betri, er fyrsta stigið, at fleiri lærarar eru um næmingarnar. Skúlabørn í dag hava minni tol at bíða eftir hinum í flokkinum, og nógv finna seg ikki í at standa sum nummar 24 í røðini at fáa fatur á læraranum. Tí mugu tveir lærarar vera í flokkinum stóran part av skúladegnum. Lærarin má hava tíð og umstøður at møta næminginum, tá næmingurin hevur tørv á honum.
Á krossmessu í 2023 fekk landsstýrismaðurin handað eitt umfatandi tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum umboðar nógvar partar. Sum eitt høvuðspunkt var mælt til at gera broytingar í skúladegnum, so at lærarin hevur betri umstøður at møta einstaka næminginum. Hetta skuldi serliga gerast við at økja munandi um tvílæraraskipanina, soleiðis at hvør næmingur eigur meira tíð saman við læraranum, og at broyta lærugreinabýtið og námsætlanirnar, so at lærarin hevur størri frælsi at skipa skúladagin til sínar næmingar. Lærarin er tann, sum kennir næmingarnar best, og lærarin er tann, sum er útbúgvin til fakið. Tí fer besta loysnin altíð at vera at vísa læraranum álit og geva honum ábyrgdina av at skipa ein góðan skúladag.
Siðbundna skipanin í skúlanum við einum lærara og 24 næmingum í 1. flokki er púra burturvið. Næmingar koma í fyrsta flokk úr dagstovninum, har málið er at hava eitt starvsfólk til hvørji seks børn. Tvørtur um eina summarferiu skal lærarin hava somu børn, men nú er lærarin einsamallur við 24. Tá sigur tað seg sjálvt, at børnini ikki kenna seg sædd, sum tey eru von við. Lærarin hevur ongan møguleika at náa øllum børnunum, tí hann hevur ábyrgd av so nógvum børnum einsamallur.
Samgonguskjalið og landsstýrismaðurin hava sagt seg vilja raðfesta fólkaskúlan. Men seinasta fíggjarlóg og uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 vísa nakað heilt annað. Verður uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 samtykt, sum tað er nú, so verður fólkaskúlin skorin 6,4 milliónir yvir tvey ár, 1,2 mió. í 2024 og 5,2 mió. í 2025. Hetta er ein ovurhonds stór sparing, sum merkir, at fleiri enn 10 lærarar vera færri í starvi í fólkaskúlanum komandi skúlaár, og tað er ein niðurskurður sum svíður.
Tá ætlanirnar hjá landsstýrinum um ein betri fólkaskúla eru til umrøðu, so tykist tað, sum politiska aðalmálið bara er, at hava børnini ein styttri skúladag, so verður alt betri. Men soleiðis hongur skúlin ikki saman; ein styttur skúladagur er í sjálvum sær bara ein sparing í fólkaskúlanum, einki annað. Málið má sjálvsagt vera, at vit, børnini og samfelagið, skulu hava ein betri fólkaskúla og ein betri skúladag, og tá má hyggjast eftir innihaldinum í fólkaskúlanum, og hvønn møguleika lærarin hevur at møta einstaka næminginum.
Avbjóðingarnar hjá læraranum eru, at rásarúmið og frælsið eru ov lítið til at skipa ta góðu undirvísingina, tí at námsætlanir, landsroyndir og próvtøkur stýra so nógv, og tí at lærarin hevur alt ov stutta tíð til einstaka næmingin í undirvísingini. Sama støða er hjá flokslæraranum, sum manglar tíðina at taka sær av næmingunum; uppgávan at skriva frágreiðingar og fylla út oyðubløð er vaksin so nógv.
Um ynskið veruliga er at raðfesta fólkaskúlan og geva næmingunum ein betri skúladag, so mugu íløgur gerast í fólkaskúlan. Tað merkir, at innihaldið má dagførast, flokslærarin má hava meira tíð til flokslærarauppgávuna, og tvílæraraskipanin má økjast munandi, so at lærarin hevur meira tíð til einstaka næmingin.