Tíðindi
28.05.2024
Kunnu vit gera skilnað millum uppgávuna at undirvísa og at arbeiða við trivnaði? Spyrja vit Føroya Lærarafelag, so er svarið stutt nei. Hesar uppgávurnar kunnu ikki skiljast at.
- Nógv halda seg kunna arbeiða sum lærarar, men at vera lærari er ikki bara bara. Vit hava sæð eina innrás av stuðlum í fólkaskúlanum, mest tí at skúlamyndugleikin hevur sæð eina sparing við at seta stuðlar í ríkiligt mát, heldur enn at hyggja at, hvør tørvurin er, og hvør hevur neyðugu førleikarnar. Stuðulin hevur sínar førleikar og eigur sínar uppgávur, men tað skerst ikki burtur, at tað er lærarin, ið er útbúgvin at undirvísa og arbeiða í fólkaskúlanum.
Umrøðan í miðlunum og almenna rúminum annars av skúlanum sýnist at vera, at í skúlanum eru tvær uppgávur, at undirvísa og at arbeiða fyri trivnaði.
- Fleiri uttan fyri skúlan vilja eisini vera við, at hesar uppgávur kunnu skiljast sundur, lærarin kann undirvísa, og so kann onkur annar arbeiða fyri trivnaðinum. Hetta ber bara ikki til, undirvísing og trivnaður ganga hond í hond, í undirvísingini er altíð bæði fak og trivnaður á skránni. Lærarin kann ikki ikki arbeiða við trivnaðinum, tá hann undirvísir. Taka vit annan partin burtur, so missa við báðar.
Lærarafelagið var til hoyringar um uppskotið um floksstødd. Har var ein spurningur til felagið, um tað ikki var ein betri loysn, at onnur enn lærarin vóru sett í starv í fólkaskúlanum at taka sær av trivnaðinum hjá næmingunum. Formaður felagsins undrast at fáa henda spurningin.
- Vit hava læraran og flokslæraran, sum taka sær av næmingunum, so hava vit eisini AKT-læraran, førleikastovuna, skúlavegleiðaran, SSP-læraran og heilsusystrina. Hvussu kann mann halda, at uppaftur aðrir fakbólkar, ið ikki eru útbúnir at virka í fólkaskúlanum, skulu í skúlan at arbeiða fyri trivnaði hjá næmingunum, tá mann ikki vil geva flokslæraranum og teimum, sum longu eru í skúlanum, neyðugu tíðina og umstøðurnar at gera arbeiði?
Hetta er ein uppgáva, sum Lærarafelagið, allir lærarar og skúlaleiðslur noyðast at hava í mentu, vísir Lærarafelagið á, so at tað ikki verður sett á fakligheitina hjá læraranum.
- Lærarin er útbúgvin at undirvísa og virka í fólkaskúlanum, og tí er fólkaskúlalærarin eisini best skikkaður at røkja uppgávuna at undirvísa og taka sær av næmingunum í skúlanum. Hetta er í stóran mun spurningur um fakligheit. Eg ringi til elektrikaran, tá peran ikki lýsir. Tá ringi eg ikki til málaran. Tá lærarar eru í skúlanum, ið hava neyðugu førleikarnar, so er rætta loysnin at geva lærarunum umstøður at loysa uppgávuna, heldur enn at fara eftir øðrum, ið ikki eru útbúgvin at arbeiða í fólkaskúlan.
Lærarafelagið vísir á, at felagið tekur avbjóðingina, at lærarar verða settir til síðis og onnur verða sett til uppgávurnar hjá læraranum, í álvara.
- Lærarar mugu vísa á sín fakkunnleika og standa fast, og ikki lata skúlauppgávur, ið lærarin er útbúgvin til, verða latnar í hendurnar á øðrum, ið ikki eru útbúgvin til uppgávuna. Nógvir stuðlar eru settir í starv í fólkaskúlanum, teirra uppgáva er ikki at undirvísa, men at menna virkisførið hjá einstaka næminginum og at veita næmingum persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í sambandi við skúlagongdina, so at næmingurin er inkluderaður í flokkinum; hetta er ásett í kunngerðini um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul.
Í kunngerðini um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul § 14 er eisini ásett, at “Lærarar skulu lesa serundirvísing og sernámsfrøðilig átøk.”. Tað er greitt í lógini og í kunngerðini, at stuðlar einans kunnu verða settir at stuðla tí einstaka næminginum, og kunnu ikki setast í starv í staðin fyri ein lærara í flokkinum. Tað framgongur somuleiðis av § 14 í kunngerðini, at lærarar skulu lesa serundirvísing og sernámsfrøðilig átøk.