Tíðindi

Lærarin er lykilin

Arbeiðsgleðin hjá læraranum kemur ikki av sær sjálvari, tí eigur tað at liggja fremst í huganum hjá skúlaleiðslunum og myndugleikunum at skipa umstøðurnar hjá læraranum so góðar, at hann eigur arbeiðsgleðina og varðveitir neistan: Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

13.10.2022

Góður hýrur smittar. Lærarin arbeiðir tætt at næmingunum; er hann væl upplagdur og væl hýrdur, so smittar tað, og trivnaðurin gerst betri og úrtøkan størri.

Næmingar eiga at kenna seg væl í skúlanum, tá kunnu næmingarnir og lærarin náa langt saman. Um næmingarnir hinvegin ikki trívast, so fáa teir ikki so nógv burturúr, tí ein fær einki í ein knýttan neva. Ein væl upplagdur lærari kann betur møta næminginum, men arbeiðsgleðin kemur ikki av sær sjálvari. Tað er eingin sjálvfylgja, at lærarar eru væl hýrdir og væl upplagdir í starvinum. Arbeiðsumstøðurnar ávirka, hvussu lærarin er fyri at møta næmingunum; tíverri arbeiða lærarar undir umstøðum, sum taka av arbeiðsgleðini.

Tað eru fá størv, sum eru so lívsjáttandi sum at vera lærari hjá spentum næmingum. Tá lærarastarvið lukkast, er tað heimsins besta starv. Men lærarastarvið er samstundis krevjandi, og tað er tungt at hava ábyrgdina av einum barni ella einum flokki, sum ikki trívist í skúlanum ella í lívinum.

Arbeiðsgleðin hjá læraranum kemur ikki av sær sjálvari, tí eigur tað at liggja fremst í huganum hjá skúlaleiðslunum og myndugleikunum at skipa umstøðurnar hjá læraranum so góðar, at hann eigur arbeiðsgleðina og varðveitir neistan, so at lærarin hevur eitt yvirskot, tá hann møtir næmingunum, tí tað ber ikki til at býta út av einum undirskoti. Tað er ikki ein gongd leið bara at trýsta læraran at vera meira effektivan og so rokna við at fáa meira burturúr, tílík “new public management”-hugsan røkkur ikki í skúlanum.

Skipanin er farin illa við læraranum seinnu árini, og tað er truplari at vera tann glaði og væl upplagdi lærarin í fólkaskúlanum, soleiðis sum umstøðurnar eru broyttar. Lærarar eru settir at undirvísa einar tveir tímar meira um vikuna, og aðrar uppgávur eru eisini vaksnar ella blivnar tyngri. Tað krevur nógv av læraranum, at tað eru fleiri næmingar, sum stríðast í lívinum, og av tí sama ikki finna sítt pláss í skúlanum. Samstundis eru krøvini um frágreiðingar og samstarv við fleiri partar í og uttan fyri skúlan vaksnar, alt tílíkt, ið tekur tíð og orku frá læraranum.

Gerandisdagurin hjá læraranum er at renna, og fríløturnar, ið lærarar eiga og mugu hava í skúladegnum fyri at løða til næsta tíma, hvørva sum tað fyrsta. Tað er gerandiskostur hjá læraranum, at tíðin verður etin upp, tí eitt barn krevur serliga umsorgan, ein vikartími má lesast, eitt eyka ansingartørn, foreldur mugu kontaktast, heilsusystirin skal líka hava eitt orð, skúlaleiðarin má kunnast, ein ósemja millum næmingarnar má loysast her og nú, og so framvegis. Sum planleggingin er, brennir saman hjá nógvum lærarum, so at teir enda við einki andarhol hava í skúladegnum at løða til næsta tørn. Hetta leiðir bara til útlúgvaðar lærarar og ikki til ein góðan skúla.

Unga ættarliðið er okkara fremsta tilfeingi, og vit eiga at seta okkum sum mál sum samfelag at hava ein albúnan og breitt útbúnan ungdóm. Framtíðin setur samfelagnum og tí einstaka krøv, sum vit ikki møta í dag, og skúli og útbúgving hava stóran týdning fyri, hvussu vit koma at møta avbjóðingunum, tí mugu vit satsa upp á skúlan. Men skulu vit satsa upp á skúlan, mugu vit satsa upp á læraran, tí lærarin er lykilin til tann góða skúlan.

Oddagrein í Skúlablað nr 5, 2022, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni