Leys størv
Hoyvíkar skúli søkir lærara til tíðaravmarkað starv í Víkini(serskúlatilboð) við byrjan sum skjótast - til 31. mars. Setanarbrotið er uml. 0,82 og tímarnir vit søkja eftir fólki til eru 19 undirvísingartímar um vikuna.
Vit sóknast eftir lærara, ið verður partur av sjálvstýrandi toyminum í Víkini (serskúlatilboðnum). Í Víkini í Hoyvíkar skúla ganga 16 næmingar í 1. – 9. flokki.
Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina og skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og samráði við sjálvstýrandi toymið í serskúlatilboðnum. Arbeitt verður út frá einstaklingalæruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum.
Uppgávan er eisini at integrera næmingar í Víkini í skúlaflokkarnar í Hoyvíkar skúla.
Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.
Tann, ið sett/ur verður, skal:
Vera stundisligur og nærløgd/lagdur
Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum
Vera við til at menna skúlan
Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:
Ábyrgd
Yrkisføri
Floksleiðslu
Samstarv
Trúfesti
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.
Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin, 21. januar 2025.
Umsóknin skal stílast til:
Hoyvíkar skúli
Att.: Anna Maria Reinert Jensen
Umsóknin skal sendast við telduposti til: anna.maria.jensen@skulin.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Onnu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon 290069.
_________________________________________________________________
í Hoyvíkar skúla ganga 348 næmingar í 1.- 9. Flokki. Umleið 50 starvsfólk starvast í skúlanum. Vitjið okkum á hoy.fo