Tíðindi

Lærari í allar ævir?

Nakrir lærarar missa hugin av nógvum broytingum, aðrir brenna út og fáa strongd ella tunglyndi. Men kann hetta forðast? Tað meti eg, at tað kann. Nina Brockie, lærari í Skúlanum á Argjahamri, skrivar

24.06.2016


Tá ið ein velur lívsleið, so er tað ikki altíð, at skipan og umhugsni ræður. Tað vil siga, at ofta er námsleiðin hjá fólki tilvildarlig og ikki bein, men heldur at líkna við ein snyril. Lat meg greiða nærri frá hesum. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so var tað at útbúgva seg tað sama sum at velja sær eitt lívsstarv. Var ein blivin lærari, so var tað hetta starvið, ið tú helt á at arbeiða við alt lívið. Soleiðis er ikki heilt í dag.

Skjótt havi eg starvast sum lærari í 13 ár, fyrst í Argjaskúla og nú í Skúlanum á Argjahamri. Hetta hevur verið ein spennandi, avbjóðandi og eisini ein gevandi tíð. Tíðin hevur eisini givið mær møguleikan at hyggja at fólkaskúlatilboðnum og somuleiðis at hyggja út um lærarapultin – ja, altso, um hann nú verður tikin í nýtslu. Eg minnist, at tá ið eg las á Føroya Læraraskúla, hevði eg eina hugsan um, at eg bert skuldi vera lærari í 5 ár og síðan fara undir eitt hvørt annað. Hetta tí at tað er so týdningarmikið at varðveita hugin at vera lærari og at starvast við fólki. Men mongum brestur ætlan, og her eri eg 13 ár seinni. Mangan havi eg hugsað, hvussu tað ber til, at ein kann broyta meining so nógv. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at vit liva í eini alheimsgerð, ið alsamt broytist. Hendan broyting røkkur inn um skúlagátt við eitt nú námsætlanum, næmingaætlanum og ikki minst ársætlanum. Hetta økir um arbeiðsbyrðuna hjá lærarum, ella eru vit har, at broytingin kanska bert broytir hesa byrðu? Um ein hugsar handan kassan, so er talan allarhelst um, at arbeiðsøkið er broytt, og tað eru treytirnar, um ein vil virka á skúlaøkinum. Tí hugsi eg, at tað er júst henda avbjóðingin – tillagingar – ið gera, at eg enn arbeiði sum lærari, og hinvegin sjálvsagt eisini tað, at mær dámar at arbeiða við børnum og ungum.

Ofta havi eg hoyrt fólk siga, at skúlin var nógv betri fyrr. Næmingarnir høvdu nógv meiri virðing fyri lærarum og bar starvið virðing við sær. Sum eg síggi tað í dag, so er henda virðingin als ikki sjálvsøgd. Virðing fylgir við mátanum, ið ein er lærari. Tað vil siga, um ein hevur gott samskifti við næmingar og foreldur teirra, ja, so er hetta grundarlag fyri, at ein fær virðing. Men tá er eisini møguleiki fyri, at lærarin sjálvur ikki missir hugin til at arbeiða á hesum sera týdningarmikla øki. Eitt øki, ið alsamt er í broyting. Nakrir lærarar missa hugin av nógvum broytingum, aðrir brenna út og fáa strongd ella tunglyndi. Men kann hetta forðast? Tað meti eg, at tað kann. Eitt nú hava fólk tørv á at menna seg, soleiðis at ein ikki verður afturúrsigldur í alheimsgerðini. Tískil liggur ábyrgdin á fleiri síðum. Hjá lærarunum sjálvum, hjá leiðslum og hjá Mentamálaráðnum. Tá ið heimurin alsamt rørir seg, mugu lærarar føla, at teir sleppa eitt nú at endurútbúgva seg við skeiðum, ið eru førleikaveitandi. Hetta fyribyrgir áður nevndu støður, ið lærarar kunnu koma í. Tí at tá ið avtornar, snýr tað seg um at fáa sum mest burtur úr, at hvønn dag fara til eitt gevandi og innihaldsríkt starv. Er starvið ikki longur tað, ja, so er at taka í egnan barm og leggja á aðra kós.

Greinin stendur í nýggjasta Skúlablaðnum, sum kom út 10. juni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni