Leys størv
Søkt verður eftir lærara í fast starv fyri lærara á Lopfjølini frá 1. august 2025.
Um skúlatilboðini
Lopfjølin er eitt sosialpedagogiskt skúlatilboð, sum heldur til í Margarinfabrikkini í Havn. Til dagligt arbeiða tveir lærarar og námsfrøðingar á Lopfjølini. Komandi skúlaár fara at ganga 11 næmingar í framhaldsdeild. Broytingar og tillagingar kunnu koma fyri.
Endamálið við sertilboðnum er eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har næmingarnir fáa undirvísing og samstundis mennast persónliga við námsfrøðiligum stuðli. Endamálið er, at næmingurin fær 9. floks prógv.
Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum og í framtíðini.
Vit vænta, at tú
Dugir at samstarva og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til at menna skúlan. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum.
Tú skalt duga at skipa dagin og planleggja arbeiðið fyri næmingin og motivera næmingin í arbeiðinum. Øll undirvísing er lagað til einkulta næmingin.
Førleikakrøv
Skúlatilboðið hevur tørv á starvsfólki, sum er arbeiðshugað, nærløgd, tekur ábyrgd, samstarvshugað, leggja dent á felagsskapin og kunnu taka undir við tí narrativu tilgongdini. Tann, ið settur verður í starvið, skal hava læraraútbúgving royndir á serøkinum eru ein fyrimunur. Lærarar, ið fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum hava útbúgving.
Lønar- og setanartreytir
Starvsøkið er Barna- og Útbúgvingarmálaráðið og stovnar undir tí við fyribils starvsstaði í Lopfjølini.
Starvið eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Setanarbrot 1.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til johanms@saf.fo , merkt “Starv, Lærari til Lopfjølina” í seinasta lagi 07/05-25 kl. 13:00 Nærri fæst at vita um starvið hjá Jóhan M. Stenberg á tlf. 220013 ella við at senda ein teldupost til johanms@saf.fo