Tíðindi

Læraraútbúgvingin grund undir góða fólkaskúlanum

Ein góður lærari er ein góð byrjan. Tí er tað sera umráðandi, at vit hava eina góða læraraútbúgving, sigur Lærarafelagið.

11.09.2024

Nógv teir flestu lærararnir, sum arbeiða í fólkaskúlanum, eru útbúnir á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn. Søguliga eru tey, ið søkja inn á læraraútbúgvingina, fakliga væl fyri, bæði tá samanborið verður við aðrar útbúgvingar á Setrinum, og tá samanborið verður við læraraútbúgvingar í øðrum londum.

- Læraraútbúgvingin hevur okkara ans. Vit kunnu vera við til at halda ungdóminum til at søkja til læraraútbúgvingina, sigur Lærarafelagið.

Ein tilgongd við regluligum eftirmetingum av útbúgvingunum á Setrinum fór í gongd á heysti 2023. Læraraútbúgvingin gjørdist tann fyrsta í hesi tilgongdini, sum er grundað á tilmæli frá altjóða metingarnevndini um góðskutrygging av útbúgvingum og leiðini fram móti fullum føroyskum limaskapi í European Higher Education Area og sambært Bologna-sáttmálanum.

Lærarafelagið fekk høvi at koma við einstøkum viðmerkingum á einum fundi sum partur av Samstarvsráðnum fyri læraraútbúgvingina. Samstarvsráðið er ásett í útbúgvingarkunngerðini fyri læraraútbúgvingina. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til fólkaskúlalærara og lærarayrkinum sum heild.

Eftirmetingin, sum varð almannakunngjørd 21. februar, hevur 19 tilmæli, har tað eina tilmælið, sum stendur fyrst fyri, er at endurskoða starvslæruna hjá teimum lesandi. 

- Nú innanhýsis eftirmetingin hjá Setrinum av læraraútbúgvingini er komin á mál, so hevur felagið heitt á politisku myndugleikarnar eisini at eftirmeta læraraútbúgvingina úr einum almennum sjónarmiði, soleiðis at vit fáa at vita, hvussu læraraútbúgvingin hóskar til dagsins fólkaskúla og dagsins samfelag.

Í Samstarvsráðnum er eitt umboð, ið landsstýrismaðurin velur, eitt umboð, sum Fólkaskúlaráðið velur, eitt umboð, ið Undirvísingarstýrið velur, eitt umboð, ið Nám velur, eitt umboð, ið Fróðskaparsetur Føroya velur, eitt umboð, ið Føroya Lærarafelag velur, eitt umboð, ið Kommunufelagið velur, og eitt umboð, ið tey læraralesandi velja. Virksemið í Samstarvsráðnum hevur verið avmarkað fyrstu tíðina, men tað er við at finna sína legu nú.

- Felagið vil byggja á gott samstarv við myndugleikan. Við ráðnum er javnari samskifti. Tað gevur okkum góðar vónir, og tað kann gagna báðum pørtum og serliga limunum og teimum lesandi.

Í ráðnum er vegna Lærarafelagið Jacob Eli S. Olsen, formaður. Jenny Lydersen, ið er vald vegna BÚMR, er forkvinna í Samstarvsráðnum fyri læraraútbúgvingina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni