Tíðindi
04.07.2023
Talið á næmingum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál kring alt landið, hevur verið støðugt í fleiri ár. Í nógv ár hevur verið søkt um tímar til oman fyri 300 næmingar; í ár er talið higartil 329. Brynhild W. Djurhuus, lærari í móttøkuflokkinum í Runavíkar kommunuskúla, er ivaleys í, at læraraútbúgvingin eigur at leggja upp fyri hesum veruleikanum.
- Tey, sum lesa til lærara, eiga at hava innlit í, hvat krevst fyri at undirvísa næmingum, sum tørvar føroyskt sum annaðmál, tí hesir næmingarnir eru so nógvir í tali og í øllum skúlum kring landið, at tú heilt víst fer at hava næmingar, sum hava eina aðra bakgrund enn føroyska ella norðurlendska. Undirvísing í føroyskum sum annaðmál eigur at verða boðin út sum linjulærugrein á sama hátt sum aðrar lærugreinir verða tað.
Brynhild W. Djurhuus heldur ikki, at tað er ein nóg góð loysn, at tú fyrst skalt hava útbúgving sum lærari, áðrenn tú kanst nema tær eyka førleikar at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.
- Tað er átrokandi, at tey, sum koma av Námsvísindadeildini við læraraprógvi, vita, hvat tað vil siga at hava næmingar, sum einki duga av føroyskum, og sum hava eina heilt aðra bakgrund og mentan enn føroyska og norðurlendska. Fakligheit hevur týdning, um tú skalt kunna gera eitt gott arbeiði, og tað er tað eisini í hesum førinum. Fakligheitin hevur alt at siga, um vit skulu megna at lofta næmingum, sum flyta til Føroya og einki duga av føroyskum og einki kenna til okkara mentan og samfelag. Kanningar aðrastaðni vísa tíverri, at næmingar, sum hava tilflytarabakgrund, klára seg verri enn aðrir næmingar í fólkaskúlanum. Nógv teirra fara ongantíð undir at nema sær útbúgving. Tað er ikki í lagi, at vit hava børn og ung, sum detta niður ímillum, tí tey ikki hava fingið ta hjálp, teimum tørvar fyri at kunna klára seg. Her krevst eitt tilvit um týdningin ovast í skúlaskipanini og í sjálvum fólkaskúlanum. Og sjálvsagt eigur læraraútbúgvingin at leggja upp fyri hesum. Men hendan avbjóðingin við fremmandamæltum næmingum er størri enn, hvat fólkaskúlin einsamallur klárar at lyfta. Ein væleydnað integrasjón krevur nógvar góðar viðspælarar og eigur at røkka út til bæði vaksin og børn, sum flyta til landið.
Í móttøkuflokkinum í Runavíkar kommunuskúla eru ellivu næmingar; ein av næmingunum kemur úr Tofta skúla. Undirvísingin fer fram á bókasavninum í Skúlanum á Glyvrum.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2023.