Leys størv

Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Ert tú fakliga sterki lærarin við teimum góðu hugskotunum? Ert tú lærarin, sum megnar at skapa gleði og økja sjálsvirðið í næmingum okkara? Og ynskir tú at gerast partur av einum sterkum og dugnaligum starvsfólkahópi í einum skúla í rúkandi menning? So er tað tær vit leita eftir.

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:

4 føst lærarastørv

3 tíðaravmarkað størv vegna farloyvi

1 møguliga 2 tíðaravmarkað parttíðarstørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar.

Endaligt tímatalið fyri størvini verður ásett 1. sept. 2025.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
hava góðan KT førleika

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:

flokslærari í innskúling og miðdeild
undirvísa í støddfrøði- føroyskt í grunddeild
undirvísa í alis- og evnafrøði
undirvísa í týskum
undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum
undirvísa í tónleiki/sangi í grund- og miðdeild
undirvísa í handaligu lærugreinunum
undirvísa á serøkinum

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari og lesivegleiðari.

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini vera lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir skulu sendast til aslaug.olsen@skulin.fo.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi Sunnudagin 27.04.2025 kl. 12.00.

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536

Magnar Vang, varaskúlastjóra á tlf. 282513

____________________________________________________________________

Í Sankta Frans skúla eru 440 næmingar úr forskúla til 9. flokk. Í skúlanum starvast 50 starvsfólk. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni