Leys størv

Lærarastørv í Sankta Frans skúla

Ert tú fakliga sterki lærarin, við teimum góðu hugskotunum? Ert tú lærarin sum megnar at skapa gleði og økja sjálsvirðið í næmingum okkara? Og, ynskir tú at gerast partur av einum sterkum og dugnaligum starvsfólkahópi í einum skúla í rúkandi menning? So hava vit eitt starv til tín.

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025

4 føst lærarastørv

3 tíðaravmarkað størv vegna farloyvi

1, møguliga 2, tíðaravmarkað parttíðarstørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar Endaligt tímatalið fyri størvini verður ásett 1. sept. 2025.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

 undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

 leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning

 duga at samstarva og eru fyrikomandi

 eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

 hava góðan KT førleika

Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:

 flokslærari í innskúling og miðdeild

 undirvísa í støddfrøði og føroyskum í grunddeild

 undirvísa í alis- og evnafrøði

 undirvísa í týskum

 undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum

 undirvísa í tónleiki/sangi í grund- og miðdeild

 undirvísa í handaligu lærugreinunum

 undirvísa á serøkinum

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari og lesivegleiðari 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini vera lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi Sunnudagin 27.04.2025 kl. 12.00.

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Aslaug Olsen, skúlastjóra, 28 25 36

Magnar Vang, varaskúlastjóra, 28 25 13 ____________________________________________________________________

Í Sankta Frans skúla eru 440 næmingar úr forskúla til 9. flokk. Í skúlanum starvast 50 starvsfólk. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni