Tíðindi

Lærarastarvið er eitt gott starv

Lærarar duga ófatiliga væl at laga seg til broyttar umstøður. Teir gera tað bara uttan nakað roks og hóvasták. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

25.08.2023

Hesa ársins tíð byrja nógvir nýútbúnir lærarar kring landið. Ein góð barlast er løgd á Læraraskúlanum, og løtan er komin at fara undir nýggju yrkisleiðina sum lærari í fólkaskúlanum. Og teir nýggju lærararnir hava veruliga nakað at gleða seg til, tí tað er gott at vera lærari.

Tað er stutta niðurstøðan, tá ið eg skal taka saman um mítt lívsstarv. Ja, lívsstarv rokni eg við, tó at eg ikki enn eri nakar gamal maður. Eg havi, tá ið samanum kemur, starvast 19 ár sum lærari, og tað er ikki einki. Ætlanin var kortini ikki, at henda grein skuldi vera eitt slag av endurminningum úr fólkaskúlanum, men tá ið tú hevur arbeitt í føroyska fólkaskúlanum í eitt ávíst áramál, hevur tú í øllum førum gjørt tær nakrar royndir sum lærari og veitst, hvat starvið snýr seg um.

Og har var mín fyrsti tanki, at tað er gott at vera lærari. Mær hevur dámt lærarastarvið væl. Mær dámdi tað væl í 2004, tá ið eg sum nýútbúgvin lærari byrjaði mín yrkisleið, og mær dámar tað framvegis væl nú knøpp 20 ár seinni. Eg vænti eisini, at nógv aðrir lærarar hava somu kenslu. Lærarar eru sum heild góðir við sítt starv, og samanhaldið er gott. Allarhelst ger tað sítt til, at lærarar støðast væl í starvinum.

Sum árini eru liðin, er lærarastarvið eisini broytt, treyðugt so. Samfelagið broytist alla tíðina, og sjálvandi broytist skúlin eisini, men ein lærari er ein lærari. Her hugsi eg, at lærarar hava nakrar góðar kjarnuførleikar, sum alla tíðina eru til staðar. Lærarar duga sítt fak, og teir duga væl at fáast við menniskju. Uttan áðurnevndu førleikar er trupult at vera lærari.

Harafturat havi eg hug at nevna ein førleika afturat. Lærarar duga ófatiliga væl at laga seg til broyttar umstøður. Teir gera tað bara uttan nakað roks og hóvasták. Tað er næstan ein íbygdur eginleiki, sum lærarar bara hava, og tað er eisini ein eginleiki, sum brúk er fyri hvønn einasta dag. Tað stingur seg altíð onkur óvæntað støða upp í skúladegnum, sum krevur, at lærarin má broyta tað, sum hann annars hevði fyrireikað til dagin. Hetta er ein dygd av mongum, sum lærarar hava, og kanska geva vit ikki hesum nóg stórar gætur í tí dagliga.

Sjálvandi er tað ikki altíð bara ljósareytt at vera lærari. Tað er tað ikki í nøkrum starvi. Í lærarastarvinum eru eisini tungar og strævnar løtur. Tá ið arbeitt verður við menniskjum, slepst ikki undan, at støður stinga seg upp, sum eru torgreiddar at loysa. Ofta snýr tað seg um onkran næming, sum stríðist við okkurt ella av onkrari orsøk ikki hevur tað so gott. Tílíkt arbeiði er ofta drúgført, og tað er sjáldan talan um nakra skjóta og einfalda loysn. Tað tekur ta tíð, sum er neyðug, og lærarin er ein týðandi viðspælari at loysa støðuna.

Tað, sum eisini ger tílíkar støður uppaftur truplari fyri lærarar, er, at teir, samstundis sum teir skulu hjálpa einum næmingi, sum stríðist við okkurt, kunnu hava upp í 25 aðrar næmingar at taka sær av. Hinir 25 næmingarnir skulu eisini undirvísast og fáa tað uppmerksemið, teir hava rætt til. Tað sigur seg sjálvt, at hetta krevur nógv av læraranum.

So tað hevði verið gott, um avvarðandi myndugleiki tók støðuna í størsta álvara og í minsta lagi helt fólkaskúlalógina, sum ásetur, at hægsta mark er 24 næmingar.

Loksins fari eg at ynskja øllum nýútbúnum lærarum bestu eydnu á nýggju starvsleiðini. Tað er gott at starvast í føroyska fólkaskúlanum, og tað er gott og gevandi at vera lærari.

Sjónarmið í Skúlablað nr 4, 2023.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni