Tíðindi

Lærarastarvið – arvur ella umhvørvi?

Tey trý, Fríðunn Bolstad Mortensen, Vernar Restorff Olsen og Tinna av Skarði, hava ikki frá fremmandum. Tey lesa til lærara á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

02.04.2025

Felags fyri tey er, at tey eiga foreldur, annað ella bæði, sum eru útbúgvin lærarar og dagliga starvast í yrkinum ella hava gjørt tað. Tey eru samd um, at foreldrini eru sannar fyrimyndir, men leggja dent á, at avgerðin at lesa til lærara er teirra egna.

Men í hvønn mun hevur tað ávirkað teirra val av útbúgving og yrkisleið, at foreldrini eru lærarar?

Tann spurningin hava vit sett teimum trimum spírunum, eins og vit hava sett aðrar spurningar um lívið sum lesandi og yrkið sum lærari. Tað venda vit aftur til.   

Men hvørji eru tey?

Fríðunn Bolstad Mortensen er 22 ára gomul og gongur á fyrsta ári á læraraskúlanum. Foreldrini eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Jens Heri Bolstad Mortensen. Jonna er útbúgvin lærari og hevur starvast í Hoyvíkar skúla og í Skúlanum við Løgmannabreyt. Hon starvast nú í Kringvarpi Føroya og er samskipari av barnasendingum.

Vernar Restorff Olsen er 24 ára gamal og gongur á triðja ári á læraraskúlanum. Mamman, Annika Restorff Holm, er útbúgvin lærari og starvast í Sankta Frans skúla. Pápin er Jacob Eli S. Olsen. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast í yrkinum, til hann fyri nøkrum árum síðani tók við sum formaður í Føroya Lærarafelag, og hann røkir framvegis álitissessin. Onnur í familjuni eru eisini lærarar. Systirin er lærari, annar abbin var lærari, og leita vit nóg langt aftur í tíðina, vóru eisini langommubeiggjar og ein oldurabbi lærarar.

Tinna av Skarði er 22 ára gomul og gongur á fyrsta ári á læraraskúlanum. Hon er dóttir Ann Mari av Skarði og Jákup av Skarði. Mamman er útbúgvin lærari og starvast í Skúlanum á Fløtum. Pápin er eisini útbúgvin lærari, men er í løtuni í øðrum starvi. Í báðar ættir eru lærarar í familjuni. Annar abbin var lærari, og langabbar og langabbabeiggjar vóru eisini lærarar.

Hví hava tit valt at lesa til lærara?

Fríðunn: Mær dámar væl at arbeiða við fólki og serliga at vera saman við børnum. Eg havi tey seinastu árini verið vikarur í forskúlanum á Fløtum, og tað fangaði beinanvegin mín áhuga. Tí kendist tað púra natúrligt at søkja inn á læraraskúlan.

Vernar: Eg vil fegin hava eina útbúgving. Men vegurin inn á læraraútbúgvingina hevur ikki verið í beinari linju. Eftir student fór eg í læru sum timburmaður, men fann rættiliga skjótt fram til, at tað var einki fyri meg. Eitt skifti droymdi eg um at gerast verkfrøðingur, men heldur ikki tað vísti seg at vera eydnan. Á rætta hill kom eg loksins, tá ið eg fór at undirvísa og fekk nakrar tímar sum vikarur, og seinni søkti eg inn á læraraskúlan.

Tinna: Eg havi leingi havt ein dreym um at gerast lærari og havi í tvey ár starvast sum vikarur í Skúlanum á Fløtum. Tí var næsta stigið at søkja inn á læraraútbúgvingina lætt at taka. Mær dámar so sera væl at arbeiða við børnum. Tað er ein sonn gleði og ein frægd at sleppa at uppliva og vera vitni til ta stóru menning, sum børn í skúlaaldri, frá teimum yngstu og uppeftir, fara ígjøgnum. Tað vekir hvørja ferð kenslur í mær, tá ið eitt barn fyrstu ferð hevur lært eitthvørt og megnar hetta ella hatta.

Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 1, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni