Leys størv
Okkum tørvar 1 lærara at byrja 18. februar - 20. juni 2025.
Starvið er eitt farloyvisstarv við lønarbroti 0,9
Førleikakrøv:
Vit hava tørv á lærara, sum kann undirvísa í støddfrøði, náttúru og tøkni, søgu, kristni og ítrótti.
Søkt verður eftir lærara sum
dugir væl at samstarva og samskifta
vil menna seg sjálvan og skúlan
sýnir næmingum og undirvísing eldhuga
vil fevna ymisleikan og styrkja felagsskapin
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at settu lærarar eru tænastumannasettir frammanundan.
Lærarastørvini er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. februar kl. 12.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 224240
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir