Leys størv
Okkum tørvar ein lærara frá 1. februar - 20. juni 2025.
Starvið er eitt farloyvisstarv við lønarbroti 0,9
Førleikakrøv:
Vit hava tørv á lærara, sum kann undirvísa í støddfrøði, náttúru og tøkni, søgu, enskum og ítrótti. Harumframt hevur tað týdning, at setti lærari kann røkja flokslærarauppgávuna.
Søkt verður eftir lærara, sum
dugir væl at samstarva og samskifta
vil menna seg sjálvan og skúlan
sýnir næmingum og undirvísing eldhuga
vil fevna ymisleikan og styrkja felagsskapin
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at setti lærari er tænastumannasettur frammanundan.
Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. Januar kl. 12.00
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 224240
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir