Tíðindi
22.04.2025
Tær eru so nær skyldar, sum yvirhøvur til ber, og allar lærarar. Hervør Jørgensen, Marjun Dánialsdóttir og Brá Reginsdóttir hugleiða í hesi greinini um, hvørja ávirkan ílegur og arvur og umhvørvi hava á valið at gerast lærari
Vaksin upp við skúla og skúlaskapi
Hví valdu tit at gerast lærarar?
Hervør: Skúli og skúlaskapur hevur altíð havt ómetaliga stóran týdning í okkara familju, eins og móðurmálið. Bæði foreldrini vóru lærarar, og pápi var fyrsti skúlastjóri á Venjingarskúlanum. Nógvir lærarar gingu inn til okkara, og á hvørjum ári við skúlaársenda plagdi pápi at bjóða øllum lærarum á Venjingarskúlanum heim til okkara. Mær dámdi altíð væl í selskapi við lærarum og helt, at prátið var so sera áhugavert. Eg var ikki í iva um, at eg vildi hava eina útbúgving í Føroyum, tí eg hevði ongan hug at fara av landinum. Lærarayrkið var ikki fremmant, og á Læraraskúlanum kom eg í ein sera góðan flokk og treivst avbera væl. Eg havi ongantíð iðrað meg um avgerðina, og mær hevur dámt væl at verið lærari øll árini.
Marjun: Tað eru nógvir lærarar í okkara familju, bæði í móður- og faðirætt, og tað hevur sett dám á prátið heima hjá okkum. Tí var tað kanska ein stillisligur uppreistur og ein roynd hjá mær at gera upp við fortíðina og bróta mynstrini, tá eg av fyrstan tíð gekk nýggjar leiðir. Lærari skuldi eg í øllum førum ikki verða. Eg tók studentsprógv í Havn og byrjaði at lesa sjúkrarøktarfrøði. Men tað var einki fyri meg, og eftir at hava hugsað meg um eina tíð, kom eg til ta niðurstøðu, at tað var lærari, eg kortini vildi verða. Eg hevði einki ímóti at fara uttanlands at lesa. Men eg visti tíðliga, at eg fegin vildi undirvísa í føroyskum eftir lokna útbúgving, og føroyskt ber ikki til at taka sum lærugrein uttanlands. Tí valdi eg at verða verandi í Føroyum og søkja á Føroya Læraraskúla. Tað var ein skilagóð avgerð, og tað var ein sera góð tíð á Læraraskúlanum. Í dag eri eg sannførd um, at eg valdi rætt og eri endað á røttu hill.
Brá: Eg byrjaði á Læraraskúlanum síðsta summar. Bæði mamma og pápi eru útbúgvin lærarar, og eg havi sæð nógv upp til teirra. Sum barn helt eg tað vera stuttligt, at bæði foreldrini undirvístu í skúlanum, og eg havi havt mammu sum lærara í onkrari lærugrein. Tað dámdi mær væl, og eg veit, at tað hevur havt stóra ávirkan á, hvussu eg sjálv leggi undirvísingina til rættis sum vikarur í forskúlanum á Fløtum. Tað hevur altíð verið nógv læraraprát heima hjá okkum, og eg haldi, at tað er ein fyrimunur hjá mær sum lesandi, at eg havi foreldur at styðja meg til, ið hava lisið á Læraraskúlanum og kunnu veita góða og holla vegleiðing. Hinvegin fellur yrkið mær lætt, og eg havi altíð ynskt mær at sleppa at arbeiða við børnum og ungum.
Ólík og ymisk
Í hvønn mun halda tit, at yrkið gongur í arv og er treytað av ílegum og evnum?
Hervør: Um tað er beinleiðis arvur, veit eg ikki. Kanska helli eg meiri til, at tað eru umhvørvið og ávirkanin, sum gera seg galdandi.
Marjun: Ja, kanska eitt slag av sosialum arvi. Møguliga.
Brá: Eg veit ikki. Eg havi so mangan hoyrt onnur siga, at tað eru so nógvir lærarar í okkara familju, at tað var bara ein spurningur um tíð. Tað hevur uttan iva spælt ein leiklut, men avgerðina havi eg sjálv tikið. Onkuntíð havi eg verið í iva, men til síðst var eingin ivi í míni sál um valið.
Hervør: Eg hugsi sjáldan um, at vit eru ein familja, har evnini ganga so týðiliga í arv. Hjá mær fall valið púra natúrligt, helst tí tað kendist so heimligt og fjálgt. Tað var bara so og einki óvanligt í at velja ta leiðina at fara.
Les alla samrøðuna, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt, í Skúlablað nr 2, 2025