Tíðindi
27.01.2018
Fyrst í januar skipaði Jarðfeingi fyri tiltaki fyri lærarum í fólkaskúlum og miðnámsskúlum um møguleikar hjá skúlum í Edu-Arctic-verkætlanini.
Eini 25 lærarar úr m.a. Havnini, Klaksvík, Kambsdali og Runavík tóku lut í tiltakinum. Edu-Arctic bjóðar fyrilestrar á alnótini um hópin av vísindaligum evnum. Í tann mun, at føroyskir skúlar ynskja at brúka hetta tilboð, ber til at halda nakrar av hesum fyrilestrum á føroyskum.
Edu-Arctic-verkætlanin bjóðar eisini skúlaungdómum at luttaka í kapping um vísindaliga ella innovativa verkætlan. Føroysk ung hava á henda hátt møguleika at kappast á jøvnum føti við ung úr øllum Evropa. Vinningurin er ein 14 daga rannsóknarferð til Svalbard ella Norðurnoregs í summar.
Seinasta freist at lata inn tann fyrsta samandráttin til verkætlanina var fríggjadagin 19. Januar, og fleiri føroyskir skúlar luttaka nú í kappingini saman við meira enn 150 skúlum í Evropa.
Edu-Arctic er ein ES-verkætlan, sum Jarðfeingi luttekur í, og sum heldur fram til apríl 2019. Les meir um verkætlanina: https://edu-arctic.eu/
Kelda: jf.fo