Tíðindi

Lærarar undirvísa meiri enn áður

- Vit síggja eitt rák, sum er, at lærarin undirvísir meiri og samstundis fær minni tíð til uppgávur, sum eru knýttar at undirvísingini, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag

03.04.2017

Arbeiðsárið hjá lærarum er 1800 tímar; tímarnir eru býttir sundur í undirvísing, egintíð, sum er tíð til fyrireiking, og síðan tíð til aðrar uppgávur, sum til dømis er fundarvirksemi, menning, ráðlegging og annað. Gongdin seinastu árini hevur verið, at lærarin undirvísir meiri, og at hann hevur minni tíð til aðrar uppgávur. Tað sæst á nógvu fyrispurningunum, sum dagliga koma til Lærarafelagið. Rættiliga stórur partur av fyrispurningunum snúgva seg um arbeiðsviðurskifti og ótryggleika í starvinum.
- Vit síggja eitt rák, sum er, at lærarin fær minni og minni tíð til uppgávur, sum eru knýttar at undirvísingini. Samanlagt arbeiða lærarar ikki meiri, men teir undirvísa meiri; tað, sum er tað strævnasta og mest krevjandi í lærarayrkinum, eru undirvísingartímarnir; fram til skúlaárið 2003/04 var hægstamark fyri undirvísingartíð. Í sambandi við ársverkið, ið tá var innført, var hægstamarkið avtikið, men nýggi hátturin at skráseta arbeiðstíðina helt seg innan fyri gamla hægstamarkið, men nú sýnist sum, at hetta markið flytur seg alla tíðina. Tað skapar ónøgd, sigur Herálvur Jacobsen.

Lærarar taka lut í nógvum fundarvirksemi; umframt vanligu fundirnar í skúlatíð, so eru eru nógvir fundir við Sernám og sosialu deildirnar í kommununum, har lærararnir arbeiða.
- Tað er eingin ivi um, at hetta virksemið er vaksandi; og hetta sæst ikki aftur í virksemisætlanunum. Lærarar senda virksemisætlanir sínar til Lærarafelagið at eftirkanna, ofta tí at teir ikki halda, at teir fáa nóg nógvar tímar til tað, teimum er álagt; vanliga hava lærararnir tosað við skúlaleiðslurnar um virksemisætlanirnar, men mangan eru lærararnir og leiðslurnar ikki á einum máli um tær.

Lærarafelagið hevur fleiri ferðir víst á, at Mentamálaráðið hevur minkað um játtanina til setursskúla; Mentamálaráðið vil hinvegin vera við, at skúlarnir ráðleggja innan fyri ein givnan karm, og at innan henda karmin er tíð sett av til setursskúla. Í Lærarafelagnum kunnu tey í øllum førum staðfesta, at tað eru nógv færri setursskúlar nú, samanborið við árini frammanundan.
- Tað er eingin ivi um, at orsøkin til hesa minkingina er, at játtanin til skúlan er so tepur, at ov lítið av tíð er til setursskúla. Lærarar halda, at tað er sera harmiligt, at tíð ikki er til setursskúla, tí tað gevur ógvuliga nógv at fara á setursskúla við næmingunum. Mentamálaráðið sigur, at játtanin er ikki minkað; vit kunnu staðfesta, at samlaða játtanin minkar ár undan ári.

Persónsmálini, sum koma til Lærarafelagið, eru nøkur í tali; vanliga snúgva tey seg um, at lærari og skúlaleiðsla eru vorðin ósamd um onkur viðurskifti. Einstøk dømi eru eisini um tvístøður millum lærara og næming, hesi málini eru ikki so nógv, men tey koma fyri.
- Persónsmálini eru ikki vaksandi; hinvegin er vøkstur í talinum á ósemjum millum lærara og leiðslu. Mangan eru tey atvoldin av, at lærari metir ikki, at hann fær neyðuga tíð til tað, honum er álagt at gera í virksemisætlanini, til dømis til fundir og annað, umframt at lærarar halda, at leiðslurnar lurta ikki nóg væl og stýra meiri við at geva boð enn at leggja upp til dialog. Í eini serstøðu eru lærarar, sum hava førleikament seg við eini ískoytisútbúgving og virka innan fyri hetta økið, t.d. orðblindi ella lesivegleiðing. Hesir lærarar fáa tíðina til uppgávuna beinleiðis tillutaða úr Mentamálaráðnum. Stór semja er um, at tíðin als ikki røkkur til at fremja arbeiðið nøktandi, og tað skapar ónøgd. Vit mæla lærarunum til ikki at átaka sær arbeiði ella uppgávur, sum ikki er skrásett í virksemisætlanini. Vit vita, at nógvir lærarar arbeiða nógv meiri enn teir eiga, tí teir síggja, at tørvur er á tí; hetta kann í ringasta føri gera, at teir brenna út.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni