Leys størv

Lærarar til Skúlan við Løgmannabreyt

Søkt verður eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum til skúlaárið 2025/26 

Søkt verður eftir 3-4 lærarum í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2025 fyri lærarar í farloyvi, vegna lækkað tímatal og avlopstímar.

1 fast lærarastarv

Endaliga tímatalið verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2025.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í lívfrøði, náttúru/tøkni, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing. 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

duga at samstarva
eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð
dáma avbjóðingar og tora at ganga nýggjar leiðir
hava áræði til at taka ábyrgd

Førleikakrøv: Til størvini krevst læraraprógv.

Skúlin bjóðar

Nútímans skúla
Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
Góðar arbeiðsumstøður
Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl 2025, kl.12.

Tú fært meiri at vita um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

Umsóknin verður stílað til:

Skúlin við Løgmannabreyt
Postrúm 3174
110 Tórshavn ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

Um skúlan:
Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er uml. 375 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 35 lærarar, 2 námsfrøðingar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk, heilsufrøðingur og sálarfrøðingur. 

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum og frítíðartilboð til 3. flokk. Har arbeiða 10 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri, les meira á heimasíðu skúlans.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni