Leys størv

Lærarar til Kaldbaks skúla

Hesi størvini eru lýst leys at søkja:

- Starv sum flokslærari í miðdeild

- Starv sum lærari í forskúla umframt tímar í skúlanum

Starvið sum flokslærari í miðdeild er eitt tíðaravmarkað farloyvisstarv frá 17. februar og fram til summarfrítíðina. Starvið er á setanarbroti 0,67. Møguleiki er eisini fyri at lesa vikartímar hetta tíðarskeiðið.

Starvið í forskúlanum er tíðaravmarkað starv frá 17. februar fram til summarfrítíðina fyri lærara, ið røkir eitt fulltíðarstarv; 0,375 er í forskúlanum og upp til lønarbrot 1,0 er í skúlanum.

Til hesi bæði størvini verður leitað eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í føroyskum, enskum, donskum og H/L. Umsøkjari til starvið í forskúlanum skal kunna møta kl. 7.30, tá skúlin letur upp.

Hvør ert tú?

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum eru:

- samstarvshugað og virkisfús

- fyrikomandi og løtt at tosa við

- sinnað at taka uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið krevur

- nærløgd, stundislig og leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning

Um skúlan:

Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og hjá okkum er stutt frá haga og fjøru. Í skúlanum ganga 29 glaðir og læringshugaðir næmingar, og aftrat teimum hava vit 6 børn í forskúlanum. Vit hava dugnalig starvsfólk á skúlanum, ið arbeiða tætt saman við sera stuðlandi foreldrum.

Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi. 

Til starvið verður væntað: Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan.

Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. januar 2025 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, skúlastjóra á magnus.kroki@skulin.fo viðmerk 'starv skúli' ella 'starv forskúli'. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni