Leys størv

Lærarar til Gulaskúla

Søkt verður eftir 2 lærarum til fulltíðarstarv frá 01 august 2025. 

Eitt starv er fast starv og eitt er tíðaravmarkað til skúlaárið 2025-26. 

Um skúlatilboðini 

Guliskúli er eitt serskúlatilboð til næmingar í 4. – 10. flokk, sum heldur til úti á Argjum. Í Gulaskúla er málbólkurin næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í fólkaskúlanum. 

Til dagligt arbeiða 15 lærarar og 7 námsfrøðingar í Gulaskúla. Komandi skúlaár fara at ganga 66 næmingar í Gulaskúla. Broytingar og tillagingar kunnu koma fyri. 

Endamálið við sertilboðnum er eitt samansett námsfrøðiligt skúlatilboð, har næmingarnir fáa undirvísing og samstundis mennast persónliga við námsfrøðiligum stuðli. Endamálið er, at næmingurin fær 9. floks prógv. Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum og í framtíðini. 

Vit vænta, at tú 

Dugir at virka í toymi og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til at menna skúlan. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum. 

Tú skalt duga at skipa dagin og planleggja arbeiðið fyri næmingin og motivera næmingin í arbeiðnum. Øll undirvísing er lagað til einkulta næmingin.  

Førleikakrøv 

Skúlatilboðið hevur tørv á starvsfólki, sum er arbeiðshugað, nærløgd, tekur ábyrgd, samstarvshugað, leggja dent á felagsskapin og kunnu taka undir við tí narrativu tilgongdini. Tann, ið settur verður í starvið, skal hava læraraútbúgving. Lærarar, ið fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum hava útbúgving. Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum kunnu hava fyrimun. 

Útiskúli er fastur táttur hvørja viku, tí er tað eitt krav, at tú eisini kann vera ein partur av útiskúlanum, um tú skalt arbeiða í Gulaskúla. 

Lønar- og setanartreytir 

Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er skipað undir avtaluni um sjálvstýrandi toymi. Starvið er sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Umsóknir 

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til johanms@saf.fo , merkt “Starv, Lærari til Gulaskúla” í seinasta lagi 07/05-25 kl. 13:00 Nærri fæst at vita um starvið hjá Jóhan M. Stenberg á tlf. 220013 ella við at senda ein teldupost til johanms@saf.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni