Tíðindi
21.03.2025
Í Danmark verður arbeitt við at fáa inn í fólkaskúlalógina, at lærarar kunnu leggja seg út í og koma upp í harðligar støður, um ein næmingur er óstýriligur og ikki til at steðga, tá ið onnur námsfrøðilig tiltøk eru roynd.
“Vit eiga at stuðla teimum, sum eru bangin fyri at leggja upp í ella at missa starvið, um tey blanda seg uppí,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.
Danska lærarafelagið fegnast um hetta tiltakið. Tey hava leingi víst á, at reglurnar á økinum eru ógreiðar og ófullfíggjaðar, og at tað gongur út yvir rættartrygdina hjá lærarum.
”Vit hava leingi eftirlýst greiðari reglum, tá ið talan er um at leggja uppí, tá ið onnur námsfrøðilig amboð og tiltøk ikki røkka – bæði til frama fyri lærararnar og næmingarnar. Í botn og grund snýr hetta seg um møguleikan at skapa ta góðu undirvísingina fyri øll, og at fáa loyst tær støður, sum koma í, upp á ein góðan máta í skúlanum, fáa tosað tær ígjøgnum væl og virðiliga og í ein størri mun lagt upp fyri frágreiðingini hjá lærarunum,” sigur hann.
Ógreiðu reglurnar hava havt við sær, at nógvir lærarar í dag stúra fyri avleiðingunum, tá ið teir til dømis hava ført ein næming burtur úr eini ógvisligari støðu, tikið fartelefonina frá einum næmingi, sum ikki vil lata hana inn, ella sissa ein næming.
”Stúranirnar hjá lærarunum eru væl skiljandi, tí vit hava dømi um, at lærarar hava mist arbeiðið eftir at hava lagt uppí á sama hátt, sum foreldur høvdu gjørt heima. So vit hava ein trupulleika, sum vit hava loyst – og tað fegnist eg um – og eg eri glaður fyri, at ráðharrin er samdur og hevur tikið hetta stigið,” sigur Gordon Ørskov Madsen, formaður í danska lærarafelagnum.
Eisini í Noregi hava tey tikið sama stig.
”Vit eiga sjálvandi samstundis at brúka øll høvi, har tað er neyðugt at leggja upp í, til at tosa við foreldrini og skúlan um, hvussu slíkar støður kunnu fyribyrgjast. Tað eigur at verða meiri ljós varpað á samrøðu og fyribyrging á einstaka skúlanum, enn tað verður gjørt nú,” sigur Gordon Ørskov Madsen.
Savnsmynd