Tíðindi

Lærarar og foreldur mugu hava eitt felags stev um barnið við autismu

Dreymatilgongdin er, at næmingurin hevur fingið staðfest autismu, áðrenn hann byrjar í skúlanum, ella at tað verður staðfest heilt tíðliga, tí so kann man arbeiða miðvíst heilt frá byrjan. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

09.03.2018

Gerandisdagurin hjá einum lærara kann vera merktur av nógvum ymiskum avbjóðingum. Ein av hesum avbjóðingum eru næmingar við autismu. Orðið, avbjóðing, nýtist ikki at hava ein negativan týdning. Hesir næmingar, ið man altíð skal hava í huganum, tá man leggur dagin og undirvísingina til rættis, kunnu fylla nógv, men teir kunnu eisini fylla lítið. Hetta veldst alt um, hvussu teir eru fyri, og hvønn tørv teir hava.

Sjálv havi eg fleiri ára royndir við hesum næmingum. Tað er stundum strævið, men oftast eru tað hesir næmingar, ið gera, at tú mást grunda yvir tína undirvísing á ein annan hátt. Tað er við til at gera undirvísingina betri. Tó hevði tað verið lættari, um man ikki skuldi hugsa um ávísar næmingar alla tíðina.

Autisma er ikki eitt og sama hjá øllum næmingum. Tað eru eins nógv frábrigdi, sum tað eru næmingar. Spurningurin, um hesir næmingar skulu vera í fólkaskúlanum, er als ikki eintýddur at svara. Tað veldst um, hvussu næmingurin er fyri, hvussu móttøkan hevur verið og ikki minst, hvussu samstarvið er kring næmingin.

Fyri at næmingurin og flokkurin skulu fáa sum mest burtur úr skúlagongdini, er neyðugt, at ráðgeving er tøk. Ráðgeving, ið snýr seg um annað og meiri enn bert greiða planlegging og myndir. Dagurin inniheldur so nógv meiri enn tað.

Opinleiki er av alstórum týdningi. Lærarar/skúlin og foreldur mugu hava eitt opið og gott samskifti næminginum at frama. Tað er neyðugt at seta orð á, hvat gongur illa, og hvat gongur væl. Bæði eru týdningarmikil. Tað, sum gongur væl, skal halda fram, og tað, sum gongur illa, skal broytast.

Tey vaksnu, ið eru um næmingin, mugu vera sera týðilig. Tey mugu hava eitt felags stev. Hetta krevur samstarv og greiðar linjur, serliga tí, at lærarar skifta alt eftir, hvør lærugreinin er, stuðlarnir skifta eisini. Tað eru tey, ið halda, at tað besta er, um tað er ein og sami stuðul allar tímar, men har eri eg ikki samd. Tað er týdningarmikið, at stuðulin hevur onkran annan at sparra við enn læraran, tí lærari og stuðul hava hvør sína uppgávu, og teir varnast hvør síni ting. Stuðlarnir, eins og lærararnir, hava tørv á at práta um, hvat teir síggja og uppliva gjøgnum dagin, og hvussu teir loysa eina uppgávu, ið hevur verið avbjóðandi.  

Dreymatilgongdin er, at næmingurin hevur fingið staðfest autismu, áðrenn hann byrjar í skúlanum, ella at tað verður staðfest heilt tíðliga, tí so kann man arbeiða miðvíst heilt frá byrjan. Hetta havi eg roynt, og má eg siga, at tað hevur lætt munandi um arbeiðið, tí man veit heldur enn gitir. Tað er altíð ein fyrimunur. Hetta merkir ikki, at vitan ger alt lættari, men tá veitst tú, hvussu støðan er, og hvørjum tú skalt arbeiða við.

Aftrat hesum kemur eisini, at tað er lættari at fáa tímar, tá ein diagnosa er staðfest. Hetta skuldi ikki verið so, men tað er helst neyðugt at hava ein leist at ganga eftir. Sertímar, ið hesir næmingar fáa tillutaðar, eru av alstórum týdningi. Teir kunnu vera/eru munurin millum, um dagurin eydnast væl ella illa. Stuðulin er har til at lofta næminginum í teimum støðunum, har lærarin ikki kann, tí hann hevur allar hinar næmingarnar at taka sær av. Hetta hjálpir ikki bert næmingunum, men eisini læraranum, tí hann skal ikki alla tíðina vera í tveimum støðum í senn.

Sum ikki eina ferð, so er samskifti ein týdningarmikil lykil, um skúlin er fyri øll. Tó skulu vit minnast til, at hesin lykilin er ikki tann einasti í lyklatyssinum. Allir tættir/faktorar hava týdning, eingin kann standa einsamallur.

Sjónarmið, sum stóð í Skúlablað nr 1, 2018

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni