Tíðindi

Lærarar lurta eftir okkum

Tað siga Markus og Teitur í Kollafjarðar skúla.

28.03.2025

- Tað hevur týdning at hava næmingaráðið, tí tá kunnu vit taka orðið fyri hinar næmingarnar. Um tey ivast í onkrum, so kunnu vit kanna tað ella spyrja onkran, sum veit. Til dømis eru fótbóltsnetini á vøllinum rættiliga slitin og eiga at verða skift. Tað eiga vit at fáa gjørt, sigur Markus.

Teitur tekur undir við Markusi og heldur, at tað er deiligt at hava eitt næmingaráð.

- Tí í næmingaráðnum kunnu vit siga, hvat manglar, ella hvat vit eiga at gera øðrvísi. Lærarar kunnu ikki vita alt, og tá kunnu vit siga, hvat manglar. Og soleiðis kunnu vit broyta okkurt og hava ávirkan. Tað tekur eisini tíð at venja seg við at siga sína hugsan og at grundgeva, men tað gerst lættari, meira vit gera tað, heldur Teitur.

Teir greiða báðir frá, at á næmingaráðsfundunum møtast tey at viðgera ymisk evni.

- Vit hava til dømis skipað fyri kappingum á skúlanum, og tað er ordiliga stuttligt. Vit føla, at lærarar lurta eftir okkum. Vit hava eisini ynskt, at garðvaktirnar eru sjónligari. Garðvaktirnar hava stóran týdning, tí tá er lættari at hava gott skil á fríkorterunum, eru teir báðir samdir um.

- Mær dámar væl at vera í næmingaráðnum, tí tað er altíð okkurt viðkomandi at arbeiða við, heldur Markus.

At enda leggja Teitur og Markus aftrat, at tað er ikki so galið at ganga í skúla, og at teir nú gleða seg til kappingina, sum verður seinni í vár. Vit hava fingið lovað, at vit sleppa at skipa fyri henni, og tað gleða vit okkum til, siga teir spentir.

Grein, sum hevur staðið í Skúlablað nr 1, 2025.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni