Tíðindi
24.07.2024
Hvussu gongur hjá lærarunum og skúlastjórunum, ið hava ábyrgdina av skúlanum hvønn dag og sum skulu virka fyri endamálinum hjá fólkaskúlanum? Tað verða nakrar kanningar gjørdar í fólkaskúlanum, har næmingarnir verða spurdir, men tað er langt síðan, at nøkur kanning var, har lærarar og skúlastjórar fingu høvi at svara spurningum um sítt starv og yrki.
Lærarafelagið hevur víst á, at TALIS-kanningin er eina roynd verd fyri at fáa betri innlit í, hvør støðan er hjá lærarunum og skúlastjórunum, og hvat teir halda um umstøðurnar.
TALIS-kanningin (The Teaching and Learning International Survey) er ein altjóða kanning, sum spyr lærarar og skúlastjórar um arbeiðsumstøður og læringarumhvørvi í skúlunum.
- Skulu vit hava eina kanning, sum lýsir støðuna hjá okkum, so hevur tað týdning, at vit, lærarar og skúlastjórar, eru við í tilgongdini. Eg mæli til, at vit verða partur av eini kanning, har umstøðurnar hjá lærarunum og skúlastjórunum verða viðgjørdar. TALIS-kanningin er eitt gott boð um eina tílíka kanning. Tá ið tað er sagt, so síggja vit ov ofta, at kanningarúrslit ikki verða nýtt ella tikin í álvara. Og tá er kanningin eins væl ella betur ógjørd. So vit eiga at fylgja væl við, vita hví kanningin verður gjørd og til hvørja nyttuna vit gera hana.
Lærarar í Føroyum hava tvær ferðir áður verið partur av TALIS-kanningini, fyrru ferð í 2009 og seinnu ferð í 2013.