Tíðindi

Læraralesandi í Norðurlondum hitst í Oslo

Fyrst í hesum mánaðinum hittust læraralesandi í øllum Norðurlondum á NLS Student Forum.

23.11.2024

Føroya Lærarafelag hevur havt umboð við á hesum fundunum seinnu árni, og í ár umboðaði Vernar R. Olsen, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini, læraralesandi í Føroyum. Fundurin í ár var í Lærarahúsinum hjá Norska Lærarafelagnum í Oslo. Fundirnir eru partur av NLS-samstarvinum, har Lærarafelagið og Pedagogfelagið bæði luttaka; Pedagogfelagið hevði tvey lesandi umboðandi tey. Umframt umboðini úr Føroyum vóru umboð úr Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki.

Høvuðsevnið á fundinum í ár var sterkari felagsskapir fyri læraralesandi. Á fundinum tosaðu tey lesandi um, at læraralesandi eiga at gerast limir í høvuðsfelagnum, bæði við tí fyri eyga at fáa limir yvirhøvur og at fáa virknar limir í nevndirnar. Eitt annað mál á skránni var samstarv millum felagið fyri lesandi og Lærarafelagið.

Eitt annað aktuelt evni, sum eisini varð viðgjørt, var skiftið frá læraraútbúgvingini til lærarastarvið. Eva Bjerkholt, professari á Universitetinum í Suðureysturnoregi, helt fyrilestur um evnið: vegleiðing og innleiðingarætlanir fyri nýútbúnar lærarar.

Tey trý føroysku umboðini lata væl at fundunum og vitjanini í Oslo.

Á myndini eru fundarluttakararnir í ár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni