Tíðindi
07.10.2024
Kanningar í sambandi við tvær-tríggjar nýggjar bachelorritgerðir hjá læraralesandi á Námsvísindadeildini vísa, at tey, sum standa á gáttini at fara út í lærarayrkið, als ikki kenna seg at vera nóg væl ílatin at fara út í eitt fleirmentað og fleirmælt umhvørvi at arbeiða. Tað sigur Kalpana Vijayavarathan-R, dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Eg eri onga løtu í iva um, at vórðu somu kanningar gjørdar av námsfrøðilesandi, so hevði úrslitið verið tað sama. Henda niðurstøðan kemur ikki óvart á, tí eg hevði ikki roknað við øðrum. Hvat kunnu vit gera við tað? Tað fyrsta, sum eg haldi manglar í okkara skúlaskipan, er fatanin av, hvat eitt fleirmentað samfelag er. Tað tykist sum, at vit vilja ikki viðurkenna, at samfelagið hjá okkum er samansett, og at tað er ein veruleiki, at fleiri enn 100 tjóðskapir mynda Føroyar í dag og eru her fyri at vera.
Hvat kann Námsvísindadeildin gera, sum hon ikki longu ger, tá ið talan er um at brynja læraralesandi til føroyskt sum annaðmál?
Námsvísindadeildin kann bjóða lærarum í fólkaskúlanum og miðnámi eftirútbúgvingarskeið í føroyskum sum annaðmál, harumframt eisini námsfrøðingum, har tørvurin er akkurát tann sami. Vitanin, sum læraralesandi vanta, er, at tað er púra hvør sín tilgongd at undirvísa næmingum, sum eru vaksnir upp í Føroyum, og tilflytarum, tí hugburður og atferð, sum eru tongd at tíni egnu mentan, hava so nógv at siga. Vit hava tí í umbúna at fáa vitan um føroyskt sum annaðmál inn í øll fýra lestrarárini á læraraútbúgvingini; ikki sum serstakar lærugreinir, men á ymsan hátt sum evni og grundarlag, soleiðis at tann læraralesandi er betur førur fyri at fara út í skúlan at undirvísa, tá ið hann er liðugur sum lærari. Væntandi verður hetta veruleiki frá skúlaárinum komandi ár. Tað er ikki, tí eg sjálv eri av útlendskum uppruna, at eg haldi, at øll lesandi á Námsvísindadeildini skulu hava vitan um føroyskt sum annaðmál, als ikki; tað er tí, at eg haldi, at hetta er ein grundleggjandi førleiki, ið øll lesandi eiga at hava. Okkara samfelag er fjølmentað, fleirmælt og fleiretniskt, og tí hava vit brúk fyri tí.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2024.