Tíðindi
02.12.2024
Í norðurlendskum høpi eru vit í Føroyum í serstøðu, tí støðan er øðrvísi hjá okkum enn í hinum Norðurlondunum, sum eru við í verkætlanini. Tey, sum søkja um upptøku á læraraútbúgvingini í Føroyum, eru nógv í tali og hava sera góð prógv, væl betri samanborið við tey, sum søkja inn á læraraútbúgvingarnar í grannalondunum, og harumframt gevast færri lesandi við útbúgvingini og somuleiðis færri nýútbúnir lærarar, tá ið teir eru komnir út í yrkið. Miðaltalið hjá teimum, sum verða tikin inn á læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini, er ofta um 8, meðan tað til dømis í Danmark liggur munandi lægri.
- Í grannalondunum hava tey gjørt átøk til frama fyri, at færri skulu gevast við lesnaðinum og í yrkinum fyrstu árini. Tað hevur hjálpt eitt sindur. Við at granska í viðurskiftunum í Føroyum er vónin at koma nærri eini frágreiðing um, hvat tað er, sum ger, at tað í Føroyum eru fá, sum gevast við lesnaðinum og í yrkinum. Vónin er at fáa eyga á, hvat vit gera rætt í Føroyum, og hvat víkir frá hinum Norðurlondunum, tí gongdin hjá okkum er so nógv annarleiðis, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Enn er ov tíðliga at siga, hvørja niðurstøðu verkætlanin fer at koma til. Formaður Føroya Lærarafelags hevur tó eitt boð uppá, hvat kann hava ávirkan.
- Lesandi á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini eru sum heild væl fyri fakliga. Harafturat hava nógv teirra royndir frammanundan at arbeiða við børnum og ungum. Hjá teimum allar flestu er læraraútbúgvingina eisini fyrstaval, tað vil við øðrum orðum siga, at tey vilja fyrst og fremst vera lærari. Rættiliga nógv siga tað. Tá ið vit so eisini hava eina akkersskipan og góðar lærarastarvsfelagar, sum stuðla teimum, tá ið tey koma út í yrkið, og vísa nýútbúnu lærarunum álit, ger, at tey fóta sær væl. Lærarar eru rættiliga trúgvir ímóti yrkinum og tí skúlanum, sum teir arbeiða á, og tey vilja eisini hjálpa lærarum, sum koma nýggj í skúlan. Alt hetta hevur á ymsan hátt nógv at siga fyri, hvussu nýútbúnir lærarar kunnu fóta sær í yrkinum.
Granskingarverkætlanin fer fram í NTI-netverkinum, sum er netverk fyri lærustovnar fyri læraraútbúgvingar og lærarafeløg í Norðurlondum; í løtuni er Grønland ikki við. Estland, sum ikki er Norðurland, er við. Fleiri kanningar eru gjørdar í netverkinum, og tær hava allar havt støði í spurninginum um, hvussu vit kunnu fáa eina góða læraraútbúgving, hvussu vit kunnu hjálpa teimum nýútbúnu, eitt nú við mentor- ella akkersskipan, og hvat vit kunnu gera, soleiðis at nýútbúnu lærararnir fáa eina góða byrjan.
NTI-samstarvið søkir Nordpluss um játtan til gransking.
- Vit vóna sjálvsagt at fáa játtan. Játtanin verður brúkt soleiðis, at tað verður kannað og granskað í øllum londunum, sum eru við. Nýútbúgvin verða spurd og boðin til samrøðu, og frágreiðingar og greinir verða skrivaðar við støði í støðuni í øllum londunum, og tey, sum eru partur av verkætlanini, hittast síðan regluliga at gera samanberingar millum londini. Hetta, sum kemur burturúr, er við at kvalifisera útbúgvingarnar og gera tillagingar í útbúgvingini og starvslæruni, soleiðis at tey læraralesandi eru betur fyri. Á sama hátt í skipanini við akkerslærarum, sum hevur til endamáls at gera fyriskipanir at vera um tey nýútbúnu, soleiðis at tey fóta sær væl í yrkinum.
Tey, ið umboða Føroyar í verkætlanini, eru Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, Hans Harryson, námslektari og varadekanur á Námsvísindadeildini, og Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Mynd: iStock