Tíðindi
21.12.2016
Læraralesandi í Noregi vilja lesa meiri, men tíðin røkkur ikki til. Tey lósu, tá ið tey vóru yngri, og tá ið tey vóru børn, lósu foreldrini fyri teimum, men tá ið tey gjørdust ung og vaksin, lósu tey minni og minni av fagurbókmentum.
Tríggir granskarar, sum eisini eru lærarar í norskum á læraraútbúgvingini við Lærda háskúlan í Oslo og Akurshus, hava greinað meiri enn 160 frásagnir um, hvat læraralesandi lesa. Í frásagnunum greiða tey frá, hvussu tey lesa, og hvat tey halda um tað at lesa og um bøkur.
- At læraralesandi lesa minni enn áður svarar rættiliga væl við aðrar kanningar, sum vísa, at ung lesa minni í dag. Tey ungu brúka tíðina til internet og aðrar miðlar, og tí lesa tey minni. Kanningar úr Svøríki siga eisini, at læraralesandi eru millum teirra, sum lesa minst, sigur Håvard Skaar, professari.
Hóast tey lesandi eru á einum máli um, at bókmentir eru týdningarmiklar og virðismiklar, siga tey samstundis, at tey ikki lesa so nógv sjálv.
- Tey høvdu viljað, at tey lósu meiri, men lestrarætlanin, arbeiði og onnur áhugamál í gerandisdegnum taka ov nógva tíð. Tað er lættari at fara á internetið, at lesa avísir og hyggja í sjónvarp. Bøkurnar koma í aðru røð, og tey lesa ikki so nógv, sum tey høvdu viljað, sigur Lisbeth Elvebakk.
Tey lesandi siga, at teimum vantar hugsavnan, og at bøkurnar mugu vera fangandi alt fyri eitt.
- Tey vilja hava spenning, og tey vilja droyma seg burtur. Tey lesa fantasy ella krimi, um tey lesa. Summi teirra siga, at tey finna einki, sum fangar tey, eins og Harry Potter gjørdi. Tá ið tey lesandi lesa, er tað mangan um evni, sum tey hava áhuga í, tey vilja lesa okkurt, sum gagnar teimum og lærir tey eitthvørt. Samstundis siga tey, at við at lesa, fáa tey eitt betri mál, og at tað er gott fyri læringina, sigur Jannike Hegdal Nilssen.
Í kanningini navngóvu tey lesandi bøkur, sum tey hava lisið, hvaðan tey hava fingið bøkurnar, nær tey lósu, og hvat tey halda um lesing í dag.
- Fyri nógv er tað galdandi, at hóast foreldrini lósu fyri teimum, tá ið tey vóru smá, so merkir tað ikki, at tey lesa, sigur Jannike Hegdal Nilssen.
Lærarar á læraraútbúgvingin eiga ikki at vænta, at tey læraralesandi lesa nógv, tá ið tey hava frí, og at tey eru væl inni í bókmentum fyri vaksin. Hetta merkir, sambært granskarunum, at fagurbókmentir fáa minni týdning í skúlanum, og at framtíðin hjá bókmentum í skúlanum er ótrygg.
Kelda: forskning.no